Eru sinnað at seta eitt grønt landsstýrisfólk eftir løgtingsvalið

Kvinnulig valevni vilja vilja gera Føroyar grønari

Tá ið nýggj samgonga verður skipað eftir løgtingsvalið, er tað ikki ósannlíkt, at vit eisini fáa eitt serstakt náttúrumálaráð við sínum egna landsstýrisfólki, á jøvnum føti við hini landsstýrisfólkini.

Tað var eitt úrslit av valfundinum, Demokratia skipaði fyri í Hovi týskvøldið.

Endamálið við Demokratia er at fáa fleiri kvinnur upp í politikk og á fundinum í gjárkvøldið vóru allir flokkar umboðaðir við kvinnuligum valevnum, uttan Sjálvstýri, og tann nýggi flokkurin, Føroyaflokkurin, sum ikki vóru við á fundinum.

Á fundinum varð eyðvitað eisini tosað um umhvørvið og í hesum sambandi varð spurningurin eisini umrøddur um at stovna eitt nýtt ráð undir landsstýrinum, sum burturav skal taka sær av náttúruvernd og umhvørvisvernd.

Í løtuni eru náttúrumál og umhvørismál undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, men kvinnulig valevni halda, at Heilsu- og Innlendismál eru rættiligau mfatandi málsøki í sær sjálvum.

Tí eru tey sinnað at leggja mál um náttúru- og umhvørvisvernd í eitt ráð fyri seg.

Tað var Marin Katrina Frýdal, sum er valevni fyri Tjóðveldi, sum sigur, at tey hava tað við í valskránni og hetta eru hini valevnini sinnð at taka undir við.

Bæði Rebekka Vestergaard, valevni fyr Framtakið og Birita Arge, valevni fyri Framsókn halda, at hetta er eitt gott hugskot.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokki, sigur, er er tað neyðugt fyri at fáa ferð á náttúruverndina og umhvørvisverndina, hevur hon einki ímóti tí.

Heldur ikki Eyðdis Hartmann Niclasen, valevni fyri Sambandsflokkin, fer at seta seg ímóti einum slíkum raðið og Kristina Roest, valevni fyri Javnaðarflokkin, sigur, at er eitt slíkt ráð tann rætta loysnin, tekur hon undir við tí.