Eru smáu fyritøkurnar sleptar upp á fjall?

Føroyski politiski hjálparpakkin – í mun til danska hjálparpakkan, tykist neyðarsligur. Smáu føroysku fyritøkurnar verða sleptar upp á fjall, hóast tær skulu fyrihalda seg til somu fyrivarnir sum í DK.

Orsaka av tiltøkunum sum almenni føroyski politiski myndugleikin hevur sett í verk kann ivi verða um, um smáu fyritøkurnar hóra undan, serstakliga um tær skulu lata aftur orsaka av støðuni.

Í DK er politiski myndugleikin sanførdur um, at um so er at hjálparpakkarnir ikki eisini umfata smáar fyritøkur, koma mong at uppliva, at lívsgrundarlagið verður skrykt undan teimum.

Hendan støðan tykist ikki at síggjast aftur í føroyska hjálparpakkanum.

Lømóttakarin hjá tí almenna verður 100% tryggjaður, lønmóttarin hjá privata og tímalønt verður 75% tryggjaði, meðan raksturin hjá smáu vinnufyritøkum fáa 0% endurgoldið, hóast tær bæði skulu gjalda leigu, rentur og avdrátt, og allan annan rakstur sum er neyðugur, hetta, meðan fyritøkan møguliga hevur lagt alt sítt virksemið niður orsaka av støðuni.

 

Lasse Klein