Mynd: Rune Stoltz Bertinussen/ NTB Scanpix

ES fer at banna graslíkisvallum

Frá 2022 at rokna fer ES at banna graslíkisvallum. - Hetta er órealistiskt, heldur norska fótbóltssambandið, NFF.

Mynd: Rune Stoltz Bertinussen/ NTB Scanpix

 

Allir kunstgrasvallir, sum eru dekkaðir við løgum av vulkaniseraðum gummi - ella eru gummiherðaðir, sum vit eisini kunnu rópa tað - skulu forbjóðast frá og við 2022 at rokna. Tað sigur ES í einari tilráðing hesum viðvíkjandi.

- Eitt hoyringsuppskot hjá ES inniber, at forboð verður sett fyri allari framleiðslu og nýtslu av kornuta evninum, granulati. Granulat í graslíkisvallum er bert ein partur av hesum. Nógvar atfinningar hava verið móti hesum tilfari, men vit halda tað vera órealistiskt at forbjóða hesum tilfari í graslíkisvallum frá 2022.

Tað sigur samskiftisstjórin í norska fótbóltssambandinum (NFF), Svein Graff, við NRK.

Orsøkin til tilmælið hjá ES er umhvørvisdálking. Norskir miðlar vita at siga, at fyrr í ár skutu lond í ES upp, at bert tilfar, sum kann niðurbrótast í náttúruni, skal loyvast á slíkum vallum, visti týska ávísin, Welt am Sonntag, at siga.

Hetta eru reglur sum - um tær verða settar í verk - fara at raka víða um, og eitt nú í Noregi hava tey fleiri enn 1700 graslíkisvallir. Í Noregi halda tey, at nógvir av hesum vallum eru neyðugir, um fótbóltur skal kunna spælast í køldum og vátum veðri.

11 av elitufelgunum í Noregi hava kunstgras á sínum heimavallum.

NRK skrivar, at tað eru granulat-gummikúlurnar í kunstgrasinum, sum eru trupulleikin, og tað er soleðis mikroplasti, sum verður roknað fyri at vera ein rættilig dálkingarkelda, sum ES nú vil forbjóða.

Sagt verður, at Týskland eitt nú hevur 5000 kunstgrasvallir og ítróttarráðharrin har, Horst Seehofer, er ikki fegin um tilmælið hjá ES. Hann heldur, at tað má vera ein rímilig javnvág millum umhvørvisvernd og ítróttaráhugamál, sum hann tekur til.

 

 

 

Mynd: Rune Stoltz Bertinussen/ NTB Scanpix