Edinson Cavani til stórfelag í Onglandi

Væntandi avrik hjá álopinum fær felagið at royna at fáa uruguaynska framherjan til felagið

Manchester United hevur trupuleikar í álopinum, so tað stendur eftirá. Og skal felagið verða við frammi í oddinum aftaná lokið kappingarár, so má málskjótingin økjast munandi.

 

Loysnin uppá hetta skal sambært franska blaðnum "L´Équipe" verða, at Manchester United fer at bjóða uppá uruguayanska framherjan hjá Paris Saint Germain, Edinson Cavani. Talan kann verða um at fáa Edinson Cavani at byrja fyri United longu í januar komandi ár.

 

Upphæddin, sum krevst fyri 28 ára gamla Cavani er ein upphædd, sum svarar til umleið 325 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Edinson Cavani er eins og hin navnframi uruguayanski framherjin, Luis Suarez frá býnum Salto. Har hevur býarstýrið tikið avgerð um at reisa standmynd av Luis Suarez. So er eftir at síggja hvat Edison Cavani skal avrika fyri eisini at fáa eina standmynd í heimbýnum.