Espersen: Ov dýrt av ferðast til Føroya og Grønlands

Danski politikarin er samdur við grønlendskum kjakari, sum eftirlýsir bíligari flogferðaseðlar fyri at styrkja um sambandið millum londini í ríkisfelagsskapinum

Søren Espersen, fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti (Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix)

Søren Espersen, fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti (Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix)

Tað skal vera nógv bíligari og lættari at ferðast millum Danmark, Grønland og Føroyar. Tað heldur Søren Espersen, fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti. Hann hevur eina áheitan til stjórnirnar í teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum.

– Flogferðir millum Danmark, Grønland og Føroyar eru vitleysa dýrar. Bara fá fólk eru nóg væl fyri fíggjarliga fyri at ferðast. So Fólkatingið, Løgtingið og Landsstýrið mugu í lummarnar! skrivar Søren Espersen á Twitter.

Hann sigur hetta í sambandi við eina grein hjá grønlendska rithøvundanum Nauja Lynge, sum er aktivur kjakari í donsku miðlunum við serligum áhuga fyri ríkisfelagsskapinum. Í greinini á Jyllands Posten skrivar hon millum annað, at danskir ríkisborgarar áttu at fingið okkurt slag av klippikorti, sum mann kann geva atgongd til eina ókeypis ferð og annars avsláttur til flogferðaseðlar fimta hvørt ár.

– Vit kunnu byrja við einari royndartíð upp á tvey ár fyri at síggja, hvussu tað fer at hava positiva ávirkan á sambandið millum Grønland, Danmark og Føroyar, sigur hon.

Nauja Lynge hevur eisini skrivað eitt longri skriv, har hon hevur nøkur uppskot til, hvussu mann kann styrkja um ríkisfelagsskapin. Tað kanst tú lesa HER.

Ein bíligur flogferðaseðil úr Keypmannahavn til Grønlands liggur um 2-3.000 einvegis, um mann bíleggur í góðari tíð. Skal mann víðari til aðrar býir, so verður prísurin skjótt hægri, tí flogferðaseðlaprísurin innanlands kostar eisini nakað. Tað er væl bíligari at ferðast millum Danmark og Føroya, og her kann mann fáa ein flogferðaseðil fyri smáar 600 krónur, um mann bíleggur í góðari tíð. 

Søren Espersen, fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti (Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix)