ETF hartar Atlantsflog

Evropiska fakfelagið fyri flutningsfólk stuðlar víðari tiltøkum hjá FPU, eftir uppsøgnina av tveimum flogternum hjá Atlantsflogi.

Sosialurin hevur longri greinatilfar um málið í blaðnum í dag.

Sosialurin hevur longri greinatilfar um málið í blaðnum í dag.

Mikudagin í farnu viku vórðu Maria Berg Hansen og Eyðgunn Hentze Rasmussen, sum hava verið flogternur hjá Atlantsflogi í ávikavist 7 og 15 ár, koyrdar upp á standandi fót, og tað hevur fingið danska fakfelagið FPU – og nú eisini ETF – at ressast við.

Fyrr í ár vórðu tær báðar valdar til forkvinnu og næstforkvinnu fyri nýstovnaða lokala felagið Súlan, sum liggur undir danska fakfelagnum, Flyvebranchens Personale Union (FPU), og tískil taka feløgini málið í stórum álvara.

Sambært FPU og ETF kann málið skiljast sum ein roynd hjá Atlantsflogi at forða flogternunum í at fáa betri arbeiðsumstøður fyri sínar starvsfelagar, við at koyra oddafólkini fyri flogternurnar.

- ETF/ITF fordømir ódemokratisku og primitivu framferðarhættirnir hjá felagnum at snúgva sær undan sáttmálasamráðingum við kabinupersonali. Slíkt eigur ikki at koma fyri í nútíðarflogvinnuni, har trygd og høgir sosialir standardir eru ein týðandi fortreyt, boðar felagið frá í skrivi.

Evropiska arbeiðarafelagið fyri flutningsfólk sigur seg stuðla FPU í møguligum víðari tiltøkum, og ynskir at arbeiða fyri at fáa flogternurnar settar aftur í størv.

- Um almenna partafelagið, Atlantic Airways, ynskir at vera eitt seriøst og virðismett felag í flogvinnuni í Evropa, kundu tey byrja við virða mannarættindini, tekur felagið hvassliga til.

Sosialurin hevur longri greinarøð um málið í blaðnum í dag, og hon kann finnast her

Sosialurin hevur longri greinatilfar um málið í blaðnum í dag.