Löfven ger ilt verri í Miðeystri

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, finst hvassliga at svensku stjórnini, tí hon ætlar at viðurkenna Palestina sum stat.

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, fær av at vita frá ísraelska uttanríkisráðharranum (Mynd: Pontus Lundahl/Polfoto)

Í einum kjakinnleggi í svensku avísini, Dagens Nyheter, sigur Lieberman, at boðini frá svenska forsætisráðharranum, Stefan Löfven, bara gera ilt verri í stríðnum millum Ísrael og palestinar.

– At nýggja svenska stjórnin setir sjóneykuna á júst hetta stríðið, er ikki bara uttan javnvág, men eisini í veruleikanum órættvíst, skrivar Lieberman.

– Eingin ivi er um, at boðini frá Löfven hava til endamáls at kyrra svenska almenningin, men tað er bara harmiligt, at innanríkispolitik atlit skulu vera avgerandi, er niðurstøðan hjá ísraelska uttanríkisráðharranum.

Í fyrradagin var svenski sendiharrin í Ísrael kallaður á fund í ísraelska uttanríkisráðnum, har hann fekk at vita, at svensk viðurkenning av Palestina er skaðilig uppílegging í tær tingingar, sum roynt verður at fáa í lag millum Ísrael og palestinar.