Exit-poll gevur Boris Johnson greiðan meiriluta

Fyrsta exit-poll kanning á valstøðum til bretska tjóðartingsvalið gevur Boris Johnson eitt framúr gott val.

Konservativi fokkurin stendur til at fáa 368 sessir og harvið greiðan meiriluta. Fyri at hava meiriluta krevjast 326 sessir.

Harvið sær út til, at Boris Johnson kann verða sitandi sum forsætisráðharri, um úrslitið heldur, tá allar atkvøðurnar eru taldar.

Labour við Jeremy Corbyn á odda stendur til at fáa 191 sessir.

 

/ritzau/