Exit Poll: Reyði blokkurin veksur – Sosialdemokratarnir minka

Mette Frederiksen helt eina røðu á Fyn til eitt tiltak á grundlógardegnum. Mynd: Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen helt eina røðu á Fyn til eitt tiltak á grundlógardegnum. Mynd: Ritzau Scanpix

Samstundis sum valhølini stongdu fyri løtu síðan í Danmark, kundi Danmark Radio kunngera tí fyrstu exit-poll kanningina fyri fólkatingsvalið.

Og um hon er eftirfarandi verður Mette Frederiksen nýggjur forsætisráðharri í Danmark. Reyði blokkurin, og tá er Alternativi ikki talt við, fær 90 mandatir, meðan blái blokkurin, uttan Nye Borgelige, fær 75 mandatir.

Hetta hóast, at exit-poll vísir, at Sosialdemokratarnir standa til eina afturgongd á 1 prosentstig frá valinum í fjør. Sigurin hjá reyða blokkinum skyldast í staðin, at Radikale Venstre, Sosialistisk Folkeparti og Eindarlistin standa allir til framgongd.

Í bláa blokkinum fær Vinstra eisini eina lítla framgongd frá 19,5% í 2015 til 20,9% í ár, men Dansk Folkeparti og Liberal Alliance fáa ein veruligan frammaná frá veljarunum. Danska Folkeparti minkar úr 21,1 prosentum til 9,8 prosent, meðan LA minkar úr 7,5 prosentum til 3 prosent. Hinvegin koma bæði Nye Borgerlige og Kristindemokraterne inn á Fólkating.

Alternativi fær 6 mandatir og Nye Borgelige fær 4 mandatir, men tá Alternativi peikar á Uffe Elbæk sum forsætisráðharri, samstundis sum Lars Løkke Rasmussen noktar at samstarva við Nye Borgelige, verða teir báðir flokkarnir ikki taldir við í blokkarnar.

Exit poll hjá DR:
Sosialdemokraterne – 25,3% (26,3)
Dansk Folkeparti – 9,8% (21,1)
Vinstra – 20,9% – (19,5)
Eindarlistin 8,8% – (7,8)
Liberal Alliance – 3% (7,5)
Alternativi – 3,3% – (4,8)
Radikal Vinstra 8,8% – (4,6)
Sosialistisk Folkeparti 7,4% – (4,2)
Konservativu 5,9% – (3,4)
Kristindemokraterne - 2,3% – (0,8)
Nye Borgerlige – 2%
Klaus Riskær Pedersen - 0,7%
Stram Kurs – 1,8%

Mette Frederiksen helt eina røðu á Fyn til eitt tiltak á grundlógardegnum. Mynd: Ritzau Scanpix