Exit Poll: Tveir nýggir flokkar á Fólkating

Bæði Kristindemokratarnir og Nye Borgerlige fáa sæti á Fólkatingi sambært exit-poll

Floksleiðararnir aftaná seinastu formansrundina á TV2 í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix

Floksleiðararnir aftaná seinastu formansrundina á TV2 í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix

Sambært exit-poll kanningini hjá Danmark Radio, so skulu danir venja seg við nøkur nýggj andlit og nýggjar flokkar á Fólkatingi. Tveir nýggir flokkar standa nevniliga at vinna sæti á Fólkatingi sambært kanningini.

Nye Borgerlige við forkvinnuni Pernille Vermund stendur til at fáa 2 prosent av atkvøðunum og liggur sostatt á markinum til at sleppa inn, meðan Kristindemokratarnir við fyribils forkvinnuni Isabella Arendt fáa 2,3 prosent. Kristindemokratarnir hava ikki havt sæti á Fólkatingi síðam 2005.

Meðan Nye Borgerlige og Kristindemokratarnir kunnu fegnast, so tykist tað ikki at eydnast hjá Stram Kurs við Rasmus Paludan og Klaus Riskær Pedersen at koma á ting. Stram Kurs fær sambært exit poll kanningin 1,8 prosent, meðan Klaus Riskær Pedersen einans fær 0,7 prosent. 


Exit poll hjá DR:
Sosialdemokraterne – 25,3% (26,3)
Dansk Folkeparti – 9,8% (21,1)
Vinstra – 20,9% – (19,5)
Eindarlistin 8,8% – (7,8)
Liberal Alliance – 3% (7,5)
Alternativi – 3,3% – (4,8)
Radikal Vinstra 8,8% – (4,6)
Sosialistisk Folkeparti 7,4% – (4,2)
Konservativu 5,9% – (3,4)
Kristindemokraterne - 2,3% – (0,8)
Nye Borgerlige – 2%
Klaus Riskær Pedersen - 0,7%
Stram Kurs – 1,8%

Floksleiðararnir aftaná seinastu formansrundina á TV2 í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix