Eydna fekk tað hon fór eftir

Hon takkaði nei til 75.000, og hon takkaði nei til 45.000 - og so fekk hon eisini tað, hon fór eftir.

Hepni vinnarin, Eydna Frederiksberg. Myndin er av hennara Facebook-síðu.

Hepni vinnarin, Eydna Frederiksberg. Myndin er av hennara Facebook-síðu.

 

Tað var Eydna Frederiksberg í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld, og tað var dóttirin, Monica Ósá Henriksen, sum var fjarritari. Og sigast má, at hetta gekk fínt. Eydna Henriksen fekk tað, hon fór eftir, og tað var ikki lítið - 400.000 skattafríar krónur.

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 1,2 miljónir krónur, og Eydna Frederiksberg valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 400.000 krónum í hvørjum leypi. Hetta skuldi vísa seg at vera ein skilagóð avgerð, tá til stykkis kom.

Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 75.000 krónur. Hon ivaðist ikki og vildi royna einaferð aftrat. Sama var í øðrum drátti, tá hjólið aftur steðgaði á 15.000 krónum, sum hesaferð hevði givið henni 45.000 krónur.

- Vit taka síðstu ferð eisini, segði fjarritarin eftir boðum frá vinnaranum, Eydnu Frederiksberg, sum eisini vildi brúka seinasta møguleikan. Og hesaferð rakti hon "seymin" so beint á høvdið, tí nú steðgaði gekka-hjólið uttan stórvegis hóvasták á gula leypinum við 400.000 krónum í.

Og nú vóru bæði skríggj og róp at hoyra úr Klaksvík. Gekkaverturin helt fyri, at "... nú er gleðin stór í Klaksvík..."

- Ja, her verður bæði hoppað og dansað. Tvey ára gamla dóttirin veit ikki, hvat hendir, læt Monica Ósá Henriksen gekkavertin vita. Og tá verturin segði við fjarritan, at "... kanska fært tú eina virðisløn..." var svarið:

- Ja, kanska, helt Monica Ósá Henriksen, fjarritari, skemtandi fyri. Úr Klaksvík takkaðu tey at enda nógvar ferðir fyri góða vinningin, 400.000 skattafríar krónur, sum Eydna Frederiksberg fekk upp úr gula leypinum í kvøld.

 

 

 

 

Hepni vinnarin, Eydna Frederiksberg. Myndin er av hennara Facebook-síðu.