Eykasýning av Suðuroyarkabarettini

Leikararnir í Suðuroyarkabarettini avgjørdu eftir nógvar væleydnaðar sýningar at fara úr kendu umstøðunum í SALT á Drelnesi, og at fara til Havnar í Norðurlandahúsið. Sýningin var leygarkvøldið.

Og áhugin var stórur. So stórur, at útselt var.

Tí verður nú skipað fyri eykasýning. Norðurlandahúsið skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

Sera stórur áhugi er fyri Suðuroyarkabarettini 2019. Sýningin leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum varð útseld eftir fáum døgum. Og tá eftirspurningurin eftir atgongumerkjum enn er stórur, verður ein eykasýning sunnudagin kl. 15.00.

In.fo ummælti kabarettina og gav eisini rós. Ummælið kann lesast her:

https://www.in.fo/news-detail/news/suduroyarkabarettin-2019-ein-brak-eitt-show-eitt-must/