Eysturkommuna hevur Ung í arbeiði

Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna næmingum, sum búgva í Eysturkommunu og hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi.

Eins og aðrastaðni í Føroyum, so skipar Eysturkommunu eisini fyri Ung í arbeiði.

Hetta er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 29. juni til 10. juli. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8 í kommunufjósinum í Syðrugøtu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.

Tey ungu kunnu søkja fram til 19. juni, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.