Eysturkommuna stuðlar Trom við einari millión

Hóast Løgtingið ikki er sinnað at játta pengar til filmsverkætlanina Trom, so hevur fyrsta kommunan nú játtað pengar til verkætlanina.

Í videofrásøgn frá  býráðsfundinum  hóskvøldið sigur Jóhann Christiansen, at Eysturkommuna hevur samtykt at játta eina millión krónur til sjónvarpsrøðina.

Birgir Kruse skrivar á sínum bloggi, at vinnunevndin, har Hanna Jensen er forkvinna, og Mentanarnevndin, har Hans Mourits Foldbo er formaður, høvdu gjørt eitt uppskot um at játta filmsverkætlanini Trom eina millión krónur frá mentunaraktivu kommununi. Tilsamans vóru tey fimm, sum løgdu uppskotið fram.

Birgir Kruse skrivar víðari:

»Fíggjarnevndin, har borgarstjórin er formaður, mælti til at taka undir við uppskotinum, tó við tí treyt at partur av upptøkunum verða gjørdar í Føroyum, og í Eysturkommunu.

Býráðið samtykti síðan einmælt at taka undir við tilmælinum hjá fíggjarnevndini við teirri treyt, at landið eisini stuðlar verkætlanini við eini munandi upphædd.

Eysturkommuna vil stuðla arbeiðinum hjá Trom-fólkunum og vilja ætlanini tað besta. Tey hava stuðlað verkætlanini heilt frá føðingini, higartil við umleið 300 túsund krónum.

Eysturkommuna vónar, at veitti kommunali stuðulin fer at toga verkætlanina aftur til Føroya, nú so nógv kjak hevur verið í miðlunum um manglandi peningaligan stuðul úr Føroyum til hesa stóru og væl fyrireikaðu filmsætlan.

Eysturkommuna ynskir, at røðin við Hannisi Martinsson, sum Jógvan Isaksen, ið sjálvur er ættaður úr Gøtu, skrivaði, og sum byrjaði við einum morði á Støðlafjalli, og har grindadrápið við líkinum var í Syðrugøtu, verður filmað í Gøtu, helst eisini tí at Tórfinnur hevur hugsað filmsætlanina har, meðan hann hevði roykipausur á Fiskavirkinum í Gøtu í ungdómsdøgum, allar helst hyggjandi upp á júst Støðlafjall. Hetta er Gøta og filmsvinna á eini perlutráði, sigur ein vælnøgd Hanna Jensen.

Rísastóra komunala upphæddin, sum Eysturkommuna hevur játtað, fer nú vónandi at geva verkætlanini TROM eitt jaligt momentum kring alt landið,« skrivar Birgir Kruse.

 

Lesið eisini greinar úr Sosialinum um sama evni:

Sosialurin 8. apríl 2019

Sosialurin 10. januar 2020

##med2##