Eysturoy og Vágar vaksa mest

Men útlitini fyri at sandoyingar fáa undirsjóvartunnil, sæst ikki rættiliga aftur hjá teimum enn

Savnsmynd

Savnsmynd

Upp á seg eru tað Vágar og Eysturoy, sum eru tey økini í landinum, sum fáa mest burtur úr, at fólkatalið í Føroyum alsamt veksur.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu fólkatalið veksur í teimum ymsu pørtunum í landinum.

https://www.in.fo/news-detail/news/folkatalid-i-foeroyum-setur-nytt-met/Les eisini: Fólkatalið í Føroyum setur nýtt met

Sum heild kann sigast, at fólkatalið veksur alla staðni – uttan í Sandoynni, har tað er minkað.

Tann fyrsta desember í 2018, búðu 1.272 fólk í Sandoynni, sum eisini fevnir um Skúvoy í hesum føri. Men eitt ár seinni, tann fyrsta desember í fjør, vóru sandoyingarnir fýra fólk færri. Tað svarar til eina minking upp á 0,3 prosent.

Í Sandoyarøkinum var stór minking í Skopun og í Skúgvoy, sum minkaðu við ávikavist 3,7 prosent og sjey prosent.

Serliga minkingin í Skopun ger mun, tí har minkaði fólkatalið 17 fólk, men annars vaks tað 11 fólk í hinari størri bygdini, á Sandi.

Sostatt er tað kanska ikki rættiliga farið at merkjast í Sandoynni enn, at undirsjóvartunnil er á veg upp á sama máta, sum eysturoyingar leingi hava merkt at Eysturoyartunnilin er á veg. Fólkatalið rundan um tunnilsmunnarnar í Eysturoy er nevniliga nógv vaksið seinastu árini.

Og tað er nettupp í Eysturoy og í Vágum, at tey merkja mest til fólkavøksturin hetta seinasta árið, tí har er fólkatalið vaksið 2,5 prosent.

Sostatt búðu 11.775 fólk í Eysturoy tann fyrsta desember í fjør og í Vágum búðu 3.365 fólk.

Í Eysturoynni er serliga fólkatalið á Eiði vaksið, har tað vaks heili 4,4 prosent hetta seinasta árið frá desember í 2018 til desember í fjør.

Í Fuglafirði vaks fólkatalið 3,4 prosent og í Runavík vaks tað 3,1 prosent.

Í Eysturkommunu vaks fólkatalið tvey prosent og í Sjóvar kommunu vaks tað 2,3 prosent. Hinvegin var vøksturin bara 0,5 prosent í Nes kommunu.

Í Vágum vuksu Vága kommuna og Sørvágs kommunu við 2,5 prosent í part.

Í Havnini vaks fólkatalið 1,7 prosent, so nú býr 20.046 fólk í Tórshavnarøkinum.

Í Norðoyggjum vaks fólkatalið 1,5 prosent so tann fyrsta desember búðu 6.216 fólk í Norðoyggjum.

Í Norðoyggjum er Klaksvíkar kommuna vaksin 1,6 prosent, men stórur vøkstur var í Kunoy, tí har vaks fólkatalið 6,8 prosent, men á Viðareiði minkaði tað

3,6 prosent frá desember í 2018 til desember í 2019.

Í Norðurstreymoy vaks fólkatalið 0,4 prosent, so at tað búðu 4.806 fólk í Norðurstreymoy tann fyrsta desember.

Og tann minsti vøksturin var í Suðuroy, har fólkatalið er vaksið 0,1 prosent hetta seinasta árið, og sostatt búðu 4.591 fólk í Suðuroy tann fyrsta desember.

Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins og Vágs kommunu og minking í hinum trimun kommununum.

Savnsmynd