Eivør gjørt tónleik til BBC

Føroyska songkvinna hevur gjørt tónleikin til nýggju sjónvarpsrøðuna The last Kingdom.

Tónleikurin hjá Eivør verður í næstum at hoyra í nýggju sjónvarpsrøðini The Last Kingdom hjá BBC America. Tað er tónaskaldið John Lunn, ið millum annað hevur gjørt tónleikin til Downton Abbey, ið hevur fingið samstarvið við Eivør í lag. 


Eftir at hava funnið Trøllabundin á Youtube, gjørdist hann sannførdur um at Eivør var júst tann rætti samstarvsfelagin til tónleikin í sjónvarpsrøðini. Eivør og John Lunn hava skrivað stóran part av tónleikinum í felag, og røddin hjá Eivør verður at hoyra í øllum átta pørtum.


Fyrsti partur verður vístur í Onglandi og USA 10. oktober, men enn er óvist, nær sjónvarpsrøðin verður at síggja í restini av heiminum.



Um samstarvið við Eivør, sigur John Lunn, at Eivør var júst tað, ið hann leitaði eftir. 


- Vit tóku tíðliga eina avgerð um, at tónleikurin til The Last Kingdom ikki skuldi vera eitt orkestur. Tað var ein veruliga tráan eftir at framleiða okkurt øðrvísi og originalt. Agenturin hjá mær vísti mær eitt sjónband, har Eivør framførdi ein av hennara egnu songum, Trøllabundin. Eg kendi beinanvegin, at hetta var ljóðheimurin, ið eg leitaði eftir, so eg setti meg í samband við hana. 


- Tað er ómøguligt at yvirmeta hennara íkast. Hon er tann mest fantastiski medarbeiðari, ið eg kundi ynskt, og eg hevði ikki klára hetta uttan hana. Eingin hevði kunna koma í hennara stað. Einki kemur tætt upp á hennara knappliga originalitet og dýpdina av hennara listarliga hugflogi.


Føroyska songkvinnan er eisini full av rósandi orðum til John Lunn.


- Tað hevur verið ein sera gevandi uppliving at arbeiða við John. Tá hann sendi mær fyrstu ljóðskitsuna, ið hann hevði framleitt til The Last Kingdom, visti eg beinanvegin, at vit kundu gera stór ting saman. Eg var sera hugtikin av tí serstaka ljóðrúmi, ið hann hevði skapt og at syngja yvir tað, var sum at koma heim.