Fá vilja vera tónleikastjóri

Freistin at søkja starvið sum tónleikastjóri hjá G! var sunnudagin

Áhugin fyri at gerast nýggi tónleikastjórin hjá tónleikafestivalinum G! var ikki serliga stórur. Tað upplýsir Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum.

- Har vóru nakrar fáar umsóknir, men eg ynski ikki at upplýsa nágreiniliga talið, sigur stjórin, ið kortini kann upplýsa, at allir umsøkjararnir vóru mannfólk og føroyingar.

At áhugin ikki var stórur fyri starvinum var nakað, ið tey vóru klár yvir frammanundan, sambært stjóranum.

- Talan er ikki um eitt fulltíðarstarv og vit ynsktu ikki at søkja uttanfyri Føroyar. Og tá tað eru fáir føroyingar, ið hava royndir innan øki, væntaðu vit ikki nógvar umsóknir, sigur Sigvør Laksá.

Eingin tíðarætlan fyriliggur fyri nær nýggi tónleikastjórin skal setast, men í næstum verður farið undir samrøður við umsøkjarar, sigur Sigvør Laksá.

Hóast ein nýggjur tónleikastjóri skal setast eru fyrireikingarnar til festivalin næsta ár farnar í gongd og eru fleiri fyrispurningar eisini sendir til bólkar, um at spæla á festivalinum næsta summar.

Ætlanin er eisini, at Fred Ruddick, ið hevur verið tónleikastjóri síðan 2015, heldur fram í eina tíð og hjálpir nýggja tónleikastjóranum at koma í gongd, upplýsir Sigvør Laksá.