Fáa bara eina last á Flemish Kap

Fyri fáum árum síðan kundi Flemish Kap geva einum føroyskum frystilínuskipi eitt veiðivirði á einar 10 miljónir krónur, men í ár er føroyska kvotan ikki uppí eina stóra last

 

Fyrrverandi Klakkur, sum nú kallast Jákup B, royndist mangan drúgvur.

Fyrrverandi Klakkur, sum nú kallast Jákup B, royndist mangan drúgvur.

 

Síðan toskafiskiskapurin tók seg upp aftur á Flemish Kap, hevur føroyska toskakvotan havt stóran týdning fyri frystilínuskipini, og okkurt av skipunum hevur havt eitt veiðivirði á hesum leiðum á einar 10 miljónir krónur, tá fiskiskapurin hevur eydnast best.

Í nøkur ár plagdu tey fyrstu føroysku línuskipini at loysa millum jól og nýggjárs og stevndu longu leiðina vestur á hesa fjarskotnu leið at royna eydnuna. Flestu árini var fiskiskapurin góður, og línumenn vóru í sonnum rokfiskiskapi.

Møguleikarnir, sum seinnu árini hava verið á Flemish Kap, hava helst eisini verið viðvirkandi til, at vit hava fingið fleiri frystilínuskip í flotan.

Tey fyrru árini vóru eisini nøkur ísfiskalínuskip á Flemish Kap og sigldu heim við veiðini, men við tað, at siglitíðin liggur um eina viku til tíggju dagar hvønn vegin, eru ísfiskalínuskipini ikki serliga væl egnaði til at troyta fjarskotnu leiðina.

Í ár er heildarkvotan av toski á Flemish Kap einans 1500 tons, sum skal býtast millum øll NAFO-londini. Av hesum er føroyski parturin 338 tons av toski í rundari vekt, sum gevur stívliga 224 tons, tá fiskurin er avhøvdaður.

Formaðurin í Felagnum Línuskipum, Hálvdan Gudmundsen, sum eisini er reiðari á frystilínuskipinum Eivindi, sigur, at føroyski kvotuparturin í ár er ikki meira enn upp í lastina hjá einum av smærru frystilínuskipunum.

- Eitt skip, sum Eivind, tekur 270 tons, so tað er greitt, at her er ikki nógv at býta millum øll línuskipini yvir 110 bruttotons, sum eru eini 14-16 í tali, harav frystilínuskipini eru sjey. 

Hálvdan Gudmundsen vísir á, at NAFO hevur samtykt á fundi, at eingin sleppur eftir toskinum í økinum 3 N fyrr enn hin 1. apríl.

- Vit vita ikki, hvør sleppur at fiska henda toskin í ár, men sum eg havi skilt, ætlar Fiskimálaráðið at býta kvotuna út til øll línuskipini, sum eru størri enn 110 BRT, og so er spurningurin,  hvussu toskurin skal fiskast, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum.

 

 

Fyrrverandi Klakkur, sum nú kallast Jákup B, royndist mangan drúgvur.