Fáa bráðfeingis ansing í Vágum

- Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi, at vit øll fylgja støðuni tætt, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen.

 

Dagstovnar og frítíðarskúli í Vága kommunu verða stongd frá mánadegnum.

Dagstovnar og frítíðarskúli í Vága kommunu verða stongd frá mánadegnum.

 

- Landsstýrið hevur fráboðað, at tiltøk eru og verða sett í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu í Føroyum, og mint verður eisini á tilmælini um frástøðu og reinføri. Stovnar undir almannaverkinum, ellis-og røktarheim, eins og sjúkrahúsini hava avmarkað vitjunarmøguleikarnar. Somuleiðis hevur landsstýrið gjørt av, at skúlagongdin á hægru lærustovnunum, sum skuldu byrja aftur í næstu viku, fyribils er útsett til mánadagin 17. august, umframt at hjálparpakkar fyri at tryggja løntakararnar verða settir í verk. 

Soleiðis byrjar tíðindaskrivið, sum borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, í kvøld hevur sent miðlunum. Hon vísir á, at í samband við alt hetta, hava tey í kommununi gjørt av, at dagstovnarnir og frítíðarskúlin verða stongd frá mánadegnum 10. august - fyribils í eina viku, og sambært fyriliggjandi ætlan lata stovnarnir upp aftur mánadagin hin 17. august.

- Fyri at tryggja, at foreldur, sum starvast í kritiskum funktiónum sum eitt nú í heilsuverkinum, almannaverkinum ella við undirstøðukervinum, kunnu sleppa til arbeiðis, hevur leiðslan í Vága kommunu gjørt av at stovna eitt bráfeingis ansingartilboð, sum fer at halda til í Miðgarði í Miðvági. Bráfeingis ansingartilboðið er bert til tey foreldur, sum ikki hava aðrar møguleikar at finna ansing til síni børn og sum hoyra til bólkin, sum er lýstur omanfyri.

Eyðdis Hartmann Niclasen vísir í skrivinum á, at foreldur, sum halda seg koma undir treytirnar fyri at kunna brúka bráfeingis ansingartilboðið, skulu skjótast gjørligt og fyri klokkan 12 mánadagin hin 10. august - boða Vága kommunu frá á [email protected] og grundgeva fyri tørvinum á bráfeingis ansing.

- Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi, at vit øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt, sum støðan broytist. Kommunan heitir á borgarar um at fylgja við á heimasíðuni hjá Vága kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd út so hvørt, sum støðan broytist, leggur borgarstjórin aftrat.

##med2##

 

 

Dagstovnar og frítíðarskúli í Vága kommunu verða stongd frá mánadegnum.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.