Fáa ikki hjálpina tey hava tørv á

Tað er ein grund til, at landsstýriskvinnan umhugsar at miðsavna hjálpina á einum stað

Tað eru fólk, sum hava brúk fyri at fáa taluvenjing, men sum ikki fáa tað. Tað ásannar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana hvussu støðan er við taluvenjing, og aðrari endurvenjing, til fólk, sum hava fingið heilaskaðar av vanlukku ella sjúku.

Og landsstýriskvinnar ásannar, at tað eru fólk, sum hava brúk fyri hjálp á hesum øki, men sum ikki fáa tað kortini, og hon sigur, at tað er hon ikki nøgd við.

Men hon ivast eisini í um verandi skipan er nøktandi, har tað eru fleiri myndugleikar, sum hvør í sínum lagi, standa fyri at veita slíka hjálp. Tí fer hon nú at kanna, um grundarlag er fyri at miðsavna alla taluvenjing á einum staði, tí hon heldur, at tað kundi styrkt tað fakliga støðið, umframt at teir talulærarar, sum eru, kundu samskipa arbeiðið betur.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at samskiftið hevur verið ímillum Almannaverkið, Sernám og Heilsumálaráðið um at skipa hesi viðurskifti betri, men ongin endalig loysn er funnin enn.

Somuleiðis hevur samskifti verið ímillum landsstýrisfólkini í almannamálum og heilsumálum um at samskipa viðgerðir og tænastur sum heild, hjá Almannaverkinum og Heilusverkinum til fólk, sum hava heilaskaða.

– Landsstýrisfólkini eru samd um, at skulu fólk við heilaskaða fáa eina nøktandi viðgerð, samstundis sum tey avvarðandi kunnu hava eitt virkið lív, er tað alneyðugt við samstarvi á hesum øki, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 Men eisini í hesum føri hevur arbeiðið verið avmarkað av koronu, og tí er støða ikki tikin til, hvussu viðgerðin og tænasturnar kunnu samskipast betur.

Annars sigur hon frá Almannaverkinum, at skal bíðilisti ikki vera til endurvenjing, verður tað neyðugt at seta tveir  ergoterapeutar og fysioterapeutar afturat. Men skal Almannaverkið eisini kunna veita øllum eina nøktandi viðlíkahaldsvenjing eftir lógini, verður tað eisini neyðugt at seta 12 aðrar ergoterapeutar og fysioterapeutar afturat í starv.

– Tað tekur tíð at stovna og skipa eina nýggja tænastu, og tí er ætlanin, at skipanin við viðlíkahaldsvenjing útbygt so líðandi hesi næstu árini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Hon vísir á, at annars hevur Almannaverkið heimild til at keypa tænastu frá privatum veitarum fyri at hava eitt nøktandi tilboð á økinum.

Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at játta meiri pening á fíggjarlógini fyri næsta ár, til hesi endamálini.