Fáa nú pensjónina við sær

Nú skal ein forðing fyri at flyta ímillum londini í ríkisfelagsskapinum, takast burtur

 

 

Fyritíðarpensjónistar, sum flyta ímillum londini í ríkisfelagsskapinum, skulu nú fáa pensjónina við sær, uttan nakað roks.

Tað er er endamálið við einum uppskoti, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Sum støðan er nú, kunnu fyritíðarpensjónistar nevniliga ikki varðveita sína fpensjón, tá ið teir flyta bústað úr einum landi í ríkisfelagsskapinum, í eitt annað í ríkisfelagsskapinum.

Orsøkin er, at hóast allur borgarar í ríkinum, eru javnsettir, eru reglurnar um fyritíðarpensjón ikki longur tær somu í teimum trimum londunum.

Hetta merkir, at hevur onkur fingið fyritíðarpensjón í einum landi í ríkinum, og flytur í eitt annað land í ríkinum, er neyðugt at søkja um fyritíðarpensjón av nýggjum í landinum, flutt verður til.

Fram til 2003 vóru fyritíðarpensjónsskipanirnar í Føroyum, Danmark og Grønlandi rættiliga líkar, og tá var eingin trupulleiki at flya ímillum. Tá var avtalan ímillum londini, at fyritíðarpensjónistur, sum flytur úr einum landi í annað, fær fyritíðarpensjón í tí landinum, sum flutt verður til.

Men í 2003 varð danska pensjónslógin broytt, so at hon nú er øðrvísi enn bæði í Føroyum og Grønlandi.

Í Danmark fóru tey nevniliga frá at hava trý sløg av fyritíðarpensjón, sum vit hava í Føroyum, til at hava eitt slag av fyritíðarpensjón.

Ein føroyskur fyritíðarpensjónistur, sum flytur til Danmarkar, hevur tí ikki eina samsvarandi danska fyritíðarpensjón at flyta til, og viðkomandi skal tí søkja um pensjón heilt av nýggjum. – Og tá er ikki vist, at viðkomandi lýkur krøv um danska fyritíðarpensjón, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Á fundi ímillum myndugleikarnar í desember 2018, varð semja gjørd um, at arbeiðast skuldi fram ímóti at loysa hendan í seinasta lagi 1. januar 2020, so at tað skal bera til at fáa fyritíðarpensjónina við sær, tá ið flutt verður.

Samstundis skulu skiftisreglur gerast fyri teir føroyingar, ið longu hava búð í Danmark ella Grønlandi og ikki enn hava fingið tillutaða danska ella grønlendska fyritíðarpensjón.

Og nú verður uppskot so lagt fyri Løgtingið um tað, og somu uppskot skulu eisini samtykkjast í danska Fólkatinginum og í grønlendska Landstinginum.