- Vit hava áður gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, men einki, sum er í hesum klassanum, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Fáa nú útbjóðingartilfar til flogvøll í Grønlandi

Sum føroysk fyritøka eru J&K Petersen undangóðkendir og við í innbodnari lisitatión til at byggja flogvøll í Julianehåb - ella Qaqortoq - í Grønlandi.

 

 

- Vit hava áður gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, men einki, sum er í hesum klassanum, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.

 

– Vit hava stillað eina trygd á 15 prosent av verkætlanini, og vit eru undangóðkendir til at bjóða. Um eina lítla viku fáa vit útbjóðingartilfarið, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Neyvari kunnu vit á In.fo upplýsa, at útbjóðingartilfarið verður J&K Petersen í hendi hin 31. januar, og tilboðið skal verða inni hin 31. mars í ár. Ætlandi byrjar arbeiðið upp á flogvøllin í summar.

J&K Petersen trívist væl við stórum byggiverkætlanum.

Hyggja vit nøkur fá ár aftur í tíðina, hevði felagið útbyggingina av flogvøllinum í Vágum, eins og felagið seinni eisini stóð fyri stóra parkeringøkinum hjá Vága Floghavn.

Saman við sínum fólki í stóru fyritøkuni er Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, ógvuliga spentur, um tað kanska fer at eydnast felagnum at sleppa til Grønlands at byggja flogvøll.

J&K Petersen telist nevniliga millum fyritøkurnar, sum eru bodnar at bjóða upp á ein av trimum flogvallum í sonevnda flogvallapakkanum í Grønlandi.

Talan er um triða vøllin í pakkanum, sum er flogvøllurin í Julianehåb, og hetta arbeiði skal eftir ætlan byrja tíðliga í summar.

J&K Petersen hava eisini verið á ástaðarfundi í Grønlandi, har umboð fyri felagið hava hugt eftir, hvussu umstøðurnar í Julianehåb síggja út.

- Tað eru fimm byggifyritøkur, sum hava fingið høvi at bjóða upp á hesa stóru verkætlan. tvær danskar, ein íslendsk, ein kanadisk, eina hálendsk – og síðan vit sum føroyskt felag.

Stein Olvur Petersen sigur, at hetta verður størsta verkætlan, sum J&K Petersen nakrantíð hevur bjóðað upp á.

Í fyritøkuni eru tey ógvuliga spent upp á henda møguleika, sum byggingin av flogvøllinum í Julianehåb er, og tey vóna, at tað fer at eydnast felagnum at sleppa at byggja.

Um vónirnar at fáa arbeiðið í Grønlandi, heldur Stein Olvur Petersen fyri, at J&K Petersen eru líka væl fyri at bjóða, sum aðrir, ið fara at bjóða upp á hesa stóru verkætlan.

- Vit hava áður gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, og okkum dámar væl at arbeiða har. Men, vit hava ikki fingist við nakra verkætlan, sum er í hesum klassanum, sigur Stein Olvur Petersen.

##med2##

- Vit hava áður gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, men einki, sum er í hesum klassanum, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Julianehåb - ella Qaqortoq - sum býurin eitur á grønlendskum.