Fáa steyp sum tøkk fyri bjarging

- Tað hevði verið ein vanlukka fyri Skopun og Sandoynna alla, um drongurin ikki varð bjargaður.

 

Jan Højgaard, felagsformaður og Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður.

Jan Højgaard, felagsformaður og Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður.

 

Tað verður í morgin - leygardagin klokkan 14 - at Føroya Fiskimannafelag fer at heiðra teir fýra menninar umborð á útróðrarbátinum Boðabergi, sum bjargaðu einum ungum dreingi í Skopun seinasta sunnumorgun.

Tað er Bergur Hentze, sum eigur Boðaberg, og hann var saman við trimum øðrum í bátinum, tá ein ungur drongur var endaður úti á streymasjógvi út fyri grótkastinum. Hinir í bátinum vóru Karstin Hentze, Jónsvein Thomsen og John M. Koytu Nicolajsen.

Sniálvur Røvilsberg umboðar Sandoyar sýslu í Føroya Fiskimannafelag, at hann hevur tikið stig til, at teir fýra nú verða heiðraðir og fáa stórt steyp - við nøvnunum á monnunum á einari plátu og einari tøkk fyri barging.

- Tað hevði verið ein vanlukka fyri Skopun og Sandoynna alla, um drongurin ikki varð bjargaður. Hann var rikin so mikið langt úr landi, og tí hevði tað stóran týdning, at menn bóru seg skjótt at og sluppu í skjóttgangandi bátin, Boðaberg, sigur sýsluformaðurin.

Í samband við, at steypið verður handað bjargingarmonnunum í morgin klokkan 14, verður samkoma í Selatraðneystinum, sum er neystið, ið Skopunar kommuna nýliga hevur sett í stand - beint oman fyri standmyndina av Peteri Mohr Dam.

##med2##

Jan Højgaard, felagsformaður og Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður.

Fýra mans løgdu frá landi í útróðrarbátinum, Boðaberg.