Fáar minuttir seinni doyðu báðar tvær

Tær endaðu í einum stórum fossi - úr 30 metra hædd - beint eftir, at tær høvdu lagt myndir út á Instagram.

 

Vinkonurnar, Monique Medeiros (19) og Bruna Velasquez (18).

Vinkonurnar, Monique Medeiros (19) og Bruna Velasquez (18).

 

Bert nakrar minuttir eftir, at brasiliansku vinkonurnar, Monique Medeiros (19) og Bruna Velasquez (18) løgdu hesar myndirnar út á Instagram, doyðu tær báðar. Syrgiliga hendingin fór fram seinasta sunnudag, tá vinkonurnar høvdu snýkt seg til Lages-fossin, sum liggur í Santa Catarina-fjallaketuni.

Tað er ikki loyvt ferðandi at vitja staðið, tí myndugleikarnir í Brasilia síggja umhvørvið sum lívsvandamikið. Men, hóast hetta forboð, verður Lages-fossurin sambært sjónvarpsrásini - RIC Mais - dúgliga vitjaður av lokala fólkinum, sum dáma væl at svimja her. 

Eftir at vinkonurnar, Monique Medeiros og Bruna Velasquez, sum báðar vóru studentar, høvdu lagt viðheftu myndir út á Instagram, endaðu tær báðar úr 30 metra hædd niðri í fossinum, har onnur doyði á staðnum - og hin stutt eftir.

Løgreglumaðurin, Jacques Henrique Martins, sigur við brasiliansku ávísina - UOL - at genturnar stóðu ytst úti á tromini, tá onnur teirra var áhaldsin og datt út av. Vinkonan royndi at taka eftir henni, men fór eisini út av.

Á myndini her niðast í greinini, sum genturnar tóku beint fyri vanlukkuna, síggjast fleiri svimja niðri í fossinum. Fleiri teirra sóu tilburðin, tá genturnar fóru út av tromini, og tað vóru fólk, sum svumu, ið ringdu eftir hjálp.

Bruna Velasquez varð staðfest deyð á staðnum, og Monique Medeiro doyði á sjúkrahúsinum, Nossa Senhora dos Prazeres í Lages, stutt eftir, at ein sjúkraflutningstyrla var komin við henni.

Við tað, at fossurin liggur, soleiðis sum hann liggur, er tað ómøguligt at sleppa til við sjúkrabili. Tískil noyddust bjargingarfólkini at brúka sjúkraflutningstyrlu til bjargingaruppgávuna.

- Men, tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga gentuni, sum var á lívi, tá bjargingartyrlan tók hana upp, sigur løgreglumaðurin, Jacques Henrique Martins, við brasilianskar miðlar um syrgiligu vanlukkuna.

##med2##

 

 

Vinkonurnar, Monique Medeiros (19) og Bruna Velasquez (18).

Tað eru 30 metrar niður í fossin, og har endaðu báðar vinkonurnar.