Myndir: Per Øxenholt/Ritzau Scanpix

Faðir og sonur doyðu í vanlukku

Í morgun kom ein persónbilur við einari norskari familju fyri eitt tok í Danmark.

 

 

Myndir: Per Øxenholt/Ritzau Scanpix

 

Ein norsk familja var í morgun fyri einari vanlukku í Danmark, har faðir og sonur doyðu. Vanlukkan hendi, tá ein persónbilur kom fyri eitt tok á einari tokbreyt nakrar kilometrar í ein útsynning úr Grenaa.

- Tokbreytin kann samanberast við býarbreytina í Bergen, skrivar norska heimasíðan VG í dag.

Løgreglan fekk boð um syrgiligu hendingina stutt eftir klokkan 11 danska tíð í morgun. Í persónbilinum var ein norsk familja, og í samanstoytinum doyðu faðir og sonur. Tvey onnur fólk vóru eisini í bilinum. Tey eru flutt á sjúkrahús, men eru sambært donsku løgregluni ikki í lívsvanda.

Norska familjan, sum var fyri hesi vanlukku í Danmark í morgun, var úr Buskerud, og VG veit eisini at siga, at tey avvarðandi hjá familjuni í Noregi hava fingið boðini. Í løtuni verður kannað, hvør orsøkin var til syrgiligu vanlukkuna, sum rakti norsku familjuna í morgun. Eingin, sum var í tokinum, fekk mein.

##med2##

Sambært Lokalavisen Aarhus er eingin bummur við Tustrup, har vanlukkan hendi, men her eru blunkandi ljós og klokkur, sum ávara um tok, sum koma.

Greitt er ikki, um hesi virkaðu, tá vanlukkan hendi, skrivar lokalávísin, sum leggur aftrat, at ein bummskipan í løtuni verður sett upp á økinum. Tustrup liggur umleið 13 kilometrar í ein útsynning úr Grenaa.

##med3##

 

 

 

Myndir: Per Øxenholt/Ritzau Scanpix

Mynd: Øxenholt Foto