Fær neyvan semju um at gera tað frítt at ganga í fjøllunum

– Vit hava longu eina lóg á økinum, sigur løgtingsmaður, og bóndi

Helgi Abrahamsen fær neyvan undirtøku frá Fólkaflokkinum fyri ætlanina um at øll skulu hava rætt til at fara í fjøllini. Tað sigur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og bóndi á Sandi.

Hendan dagin segði Helgi Abrahamsen við okkum at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst um at skipa viðurskiftini í samband við gongd í haga.

Meginreglan verður, at tað skal vera ein rættur hjá øllum at fara í fjøllini fyri einki og at bøndur skulu ikki taka gjøld frá fólki, uttan at teir veita eina tænastu aftur fyri.

https://www.in.fo/news-detail/news/sleppa-ikki-longur-at-krevja-gjald-fra-folki/Les eisini: Sleppa ikki longur at krevja pengar frá fólki

Men nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, vísti Brandur Sandoy á, at hetta fær hann neyvan undirtøku frá Fólkaflokkinum. Hann vísir á, at vit hava longu eina lóg á økinum, men nú er ætlanin at taka rættin frá bøndrum at hava ræði á tí, teir eiga og umsita.

https://www.in.fo/news-detail/news/boendur-faa-avisan-raett-til-at-nokta-folki-at-fara-i-hagan/Les eisini: Bøndur fáa ávísan rætt at nokta fólki at fara í hagan

Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og sostatt partamaður hjá Helga Abrahamsen, segði, at hann hevur ikki sæð uppskotið, og tí hevur hann onga beinleiðis meining um tað.

Men hann sigur, at tað er nógv at hugsa um. Hann segði, at tað hevur sera stóran týdning at fáa eina loysn saman við Jarðir, sum er felagsskapurin hjá ognarbóndum og festarum.

– Men vit mugu eisini fáa eina lóg, sum verjir náttúruna og vit mugu eisini fáa greiði á, hvør hevur ábyrgdina, táið fólk fara í fjøllini. So tað eru ymisk viðurskifti, sum skulu viðgerast ógvuliga gjølliga, sigur Magnus Rasmussen.