Færri familjur søkt um jólahjálp í ár

Men hetta sigur ikki neyðturviliga nakað um, hvørt tað eru færri fólk í fátækaváða

Leygardagin var tíðarfreistin fyri at søkja um jólahjálp frá Barnabara úti. Tá høvdu 220 føroyskar familjur søkt um jólahjálp til á leið 420 børn. Hetta talið er væl minni enn í fjør, tá 500 børn fingu jólahjálp frá Barnabata.

Barnabati yvirtók jólahjálpina í 2016, og tá fingu 465 børn jólahjálp. Í 2017 fingu 455 børn jólahjálp og í 2018 var talið 500.

Sostatt eru tað møguliga 80 færri, ið fáa jólahjálp í ár samanborið við í fjør. Umsóknirnar eru enn ikki viðgjørdar. Treytin fyri at fáa játtað jólahjálp er, at javnvirðisinntøkan er lægri enn 60 prosent av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum. Atlit verður eisini tikið fyri familjubygnaðinum, og um tað eru fleiri vaksin í familjuni. 

At umsóknirnar eru færri í ár, samanborið við í fjør sigur ikki neyðturviliga nakað um, hvørt tað eru færri fólk í fátækaváða í ár. Umsøkjarar skulu av eintingum fylla umsóknina út, sum liggur á heimasíðuni hjá Barnabata.