Fáið nú Suðuroynna við í almenna rómin í landinum

Vit skriva 2019, og føroyska samfelagið fer við oysandi ferð framvið Suðuroynni og hennara møguleikum.

Meðan vit bíða eftir einari størri loysn 8-10 ár frammi í tíðini, eiga vit at bøta um verandi leið sum frægast. 

Vit eiga at seta ábøtir inn í komandi samgonguskjal, eins og vit gjørdu í 1998 við avtaluni um at dagføra sambandið um Suðuroyarfjørð.

Tá fingu vit verandi Smyril, sum var ein fulltreffari, men sum longu nú er vorðin ov lítil og slitin.

Fleiri møguleikar eru fyri eini nýggjari dagføring, so at ferðandi um Suðuroyarfjørð merkja, at tey eru ein gyldugur partur av samfelagnum á sama kostnaðarstøði, sum restin av samfelagnum hevur.

 

1. Smyril skal sigla + ein túr um samdøgurði, og bilar skula kunnað koyra ótarnaðir umborð á Krambatanga frá kl. 5 á morgni. 

2. Persónbilar skulu í land áðrenn lastbilar.

3. Ein eyka leið skal skipast Hvalba Sand við katamarani til ferðafólk. Til ber at fremja hesa skipan umvegis heimasíðuna hjá ssl og sms-skipanina, so at ferðin kann bíleggjast áðrenn fráferð og avlýsast, tá ið líkindi ikki eru.

4. Tyrlusambandið skal økjast munandi.

5. Cateringtænastan skal bøtast munandi.

 

Verið nú so røsk, og fái hesar og líkandi avtalur upp á skrift, so at umsitingin ikki kann skeiklað tær á leiðini fram.