Fakfeløg kunnu ikki standa og hyggja at

- Endamálið hjá okkum má vera, at vit skulu koma so væl burtur úr hesi kreppu, sum yvirhøvur gjørligt, sigur Súni F. Selfoss, talsmaður hjá 30 fakfeløgum.

 

- Tað er einki at ivast í, at vit skulu taka okkum av áhugamálunum hjá okkara limum, sigur Súni F. Selfoss.

- Tað er einki at ivast í, at vit skulu taka okkum av áhugamálunum hjá okkara limum, sigur Súni F. Selfoss.

 

Súni F. Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum og talsmaður fyri eitt fakfelagsráð, sum tilsamans 30 fakfeløg standa aftan fyri, fegnast um, at landsstýrið nú tekur fakfeløgini við í samband við, at ein møguligur hjálparpakki2 skal snikkast saman.

FM1 hevði samrøðu við talsmannin í dag, og tá segði hann m.a. soleiðis:

- Vit hava júst verið á einum fundi við landsstýrið, løgmann, landsstýrismannin í fíggjarmálum og landsstýrismannin í vinnumálum. Eg fái ikki sagt so nógv frá fundinum, men hetta snýr seg um ein møguligan hjálparpakka2. Nú vilja landsins myndugleikar taka feløgini við, og tað fegnast vit um.

Men, kann tað hugsast, at arbeiðsgevararnir eisini koma við, soleiðis at talan verður um eina trípartaavtalu?

- Nú hoyrdi eg, at Jørgen Niclasen í gjárkvøldið segði, at tey høvdu havt samband við arbeiðsgevararnar. So, eg haldi, at hetta kundi farið at líkst einum trípartasamstarvi, sum eg eisin vóni, at tað verður.

Tit, sum umboða fakfeløgini, hava ivaleyst tosað eitt sindur saman. Hvat liggur tykkum fremst at fáa gongd á?

- Tað kundi verið so nógv at sagt um hetta, men eg fái ikki ordiliga gjørt viðmerkingar til tann spurningin, tí so tað kann ávirka ta samráðingarstøðu, sum vit kunnu koma í, um vit koma í samráðingar. Men, tað er einki at ivast í, at vit skulu taka okkum av áhugamálunum hjá limunum og arbeiða við tí, sum gagnar løntakarunum mest og best.

Súni F. Selfoss segð í samrøðu við FM1, at tað er her, at fakfeløgini líka sum leggja sína linju í hesum ætlaða samstarvi.

- Tað verða vit eisini noydd til, tí vit kunnu ikki bara lata standa til og hyggja at, meðan avgerðir og pakkar verða gjørd. Vit mugu eisini gerast ein partur av hesum avgerðum.

Talsmaðurin hjá fakfelagsráðnum vísir á, at tá tann tíðin kemur, at landið skal latast upp aftur, mugu fakfeløgini eisini verða ein partur av teimum avgerðunum, hvussu løntakararnir best koma burtur úr hesum.

- Endamálið hjá má vera, at vit skulu koma so væl burtur úr hesum, sum yvirhøvur gjørligt. Tað arbeiðsloysi, sum kundi staðist av kreppuni, má verða so avmarkað sum yvirhøvur gjørligt. Tað má vera ein av okkara málsetningum, at vit saman koma sum best burtur úr hesi kreppu, segði Súni F. Selfoss í samrøðu við FM1 í dag.

- Tað er einki at ivast í, at vit skulu taka okkum av áhugamálunum hjá okkara limum, sigur Súni F. Selfoss.