Familja og vinir søgdu farvæl

- Vit vónaðu til tað seinasta, at eitt undur fór at henda, soleiðis at vit fingu tykkum bæði aftur. Vit vildu so gjarna givið tykkum bara eitt seinasta klemm.

Marius Brustad var og vitjaði mammu sína, Lisbeth Neraas, tá íbúðarøkið varð rakt.

Marius Brustad var og vitjaði mammu sína, Lisbeth Neraas, tá íbúðarøkið varð rakt.

 

Í morgun klokkan 11 var minningarhald í Bekkelaget kirkju í Oslo yvir móðir og son, Lisbeth Neraas (54) og Marius Brustad (29), sum lótu lív í herviliga leirskriðulopinum í Gjerdrum kommunu í Noregi, og norskir miðlar skriva, at hetta var eitt persónligt farvæl til tey bæði.

Nøkur fólk, sum tóku lut í bjargingararbeiðnum, vóru eisini í kirkjuni í morgun, har tey vístu familjuni samkenslu og stuðul.

Tað var náttina til hin 30. desember, at eitt økið í Gjerdrum kommunu varð rakt av leirskriðulopi. Tíggju fólk lótu lív, harav sjey lík vórðu funnin og eyðmerkt, og framvegis eru trý fólk ikki afturí aftur komin. Í leirskriðulopinum fórust níggju bústaðir og seks bilhús.

Umleið 1000 fólk vórðu flutt burtur úr økinum, tí vandi var fyri fleiri lopum í leirinum.

29 ára gamli, Marius Brustad, var og vitjaði 54 ára gomlu mammu sína, Lisbeth Neraas, tá bústaðarøkið varð rakt. Familjan hevur áður almannakunngjørt minningarorð um tey bæði, sum norskir miðlar hava fingið loyvi til at endurgeva.

- Vit vónaðu til tað seinasta, at eitt undur fór at henda, soleiðis at vit fingu tey bæði aftur til okkara. Vit vildu so gjarna givið teimum bara eitt seinasta klemm.

Í minningarorðunum stóð eisini, at Marius Brustad var ein persónur, sum spreiddi um seg stóra gleði.

- Tú var ein fyrimynd fyri tínar brøður og ein sonur, vit bara kundu droyma um. Tú hevði vinir allastaðni, har tú kom. Rúgvan av heilsanum, vit hava fingið, vísa, hvussu stóran týdning tú hevði fyri so mong. Tú hevði útrættar armar og var altíð til reiðar til eitt gott klemm. Tú verður nógv saknaður.

Í minningarorðunum varð eisini sagt um mammuna, Lisbeth Neraas, at hon var kærleiksfull, umhugsin og stuðlandi. - Tú hevur lagt í okkum at hugsa um øll menniskju - líkamikið, hvørja bakgrund tey hava, og hvussu ymisk tey enn eru. Vit eru tær takksom fyri, at tú altíð var har, tá vit høvdu brúk fyri tær. 

 

 

 

 

Marius Brustad var og vitjaði mammu sína, Lisbeth Neraas, tá íbúðarøkið varð rakt.