Familjan vil strekkja seg langt

- Høvuðsendamálið við tíðindafundinum var at "samskifta" við tann ella tey, sum hava ábyrgdina av, at Anne-Elisabeth Hagen er horvin, sigur advokaturin.

Tað kann ikki hava verið stuttligt hjá nøkrum, at konan, mamman og omman í morgin hevur verið sporleyst horvin í eitt heilt ár.

Tað kann ikki hava verið stuttligt hjá nøkrum, at konan, mamman og omman í morgin hevur verið sporleyst horvin í eitt heilt ár.

 

Norskir miðlar halda seg vita, at tá familjan hjá horvnu Anne-Elisabeth Hagen hin 8. juli í ár frætti frá hugsandi mótpartinum, rindaði maður hennara, miljarderurin Tom Hagen, út við 10 miljónir norskar krónur fyri at fáa mótpartin at veita familjuni prógv fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi.

Í krypteraðum posti, sum ikki kann sporast, fekk familjan frá mótpartinum at vita, at ríkmanskonan framvegis er á lívi. Men, hóast peningaupphæddina, og hóast familjan hjá Anne-Elisabeth Hagen hevur vent sær aftur til mótpartin, eru enn eingi prógv fingið fyri, at ríkmanskonan er á lívi.

Á tíðindafundi seinnapartin í dag segði advokaturin hjá Hagen-familjuni, at hóast tey aftur hava vent sær til mótpartin so seint sum í oktober, so er framvegis eingin vissa fingið fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi.

Norska løgreglan, sum arbeiðir við at loysa gátuføra málið og sum hevur sagt, at tey ætla sær at loysa gátuna, áðrenn hetta árið er umliðið, dugir illa at síggja, at ríkmanskonan framvegis er á lívi, tó at eisini løgreglan sjálvsagt vónar, at so er.

Løgreglan heldur, at ríkmanskonan er dripin, men tað hava tey eingi prógv fyri - eins og slett eingi prógv heldur eru fyri, at hon er á lívi.

Á tíðindafundinum í dag váttaði advokaturin, at familjan einki hevur hoyrt frá mótpartinum síðan hin 8. juli. Hann segði, at familjan framvegis vónar, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, men tað vita tey sjálvsagt ikki. 

- Familjan hevur svarað boðunum frá mótpartinum. Vit vóna, at tað, vit søgdu mótpartinum, gevur grundarlag fyri framhaldandi samskifti millum partarnar, segði Svein Holden á tíðindafundinum í dag.

Advokaturin vísti eisini á, at familjan er til reiðar at strekkja seg langt fyri at fáa svar upp á, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen. Hann vildi tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat samskifti millum partarnar snúði seg um.

Í dag segði norska løgreglan, at tey vistu um tíðindafundin hjá advokatinum hjá Hagen-familjuni seinnapartin í dag, men at tey ongar viðmerkingar høvdu til hetta.

Svein Holden, advokatur, váttaði í dag yvir fyri norsku heimasíðuni vg.no, at høvuðsendamálið við tíðindafundinum var at "samskifta" við tann ella tey, sum hava ábyrgdina av, at Anne-Elisabeth Hagen er horvin.

- Vit vilja vísa á, at vit hava samskift við mótpartin við tingum, sum vit halda kann vera útgangsstøðið fyri víðari samskifti, segði advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden.

Tað kann ikki hava verið stuttligt hjá nøkrum, at konan, mamman og omman í morgin hevur verið sporleyst horvin í eitt heilt ár.

Anne-Elisabeth Hagen er gift miljardernum, Tom Hagen.