Ræðist ikki HB

- Eg ræðist ikki at verða venjari hjá HB. Eg kenni HB og havi spælt her í nógv ár, sigur Jan Dam

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Síðani aldarskiftið, hevur ongin venjari sitið longri enn hálvt annað ár sum venjari hjá HB. Frákoyringar, ósemjur og mental troyttheit eru millum orsøkirnar.

 

- Eg veit, at tað verður gjørt nógv burturúr tí í miðlunum, men satt at siga, so hugsi eg ikki um tað, sigur Jan Dam í samrøðu við VikuskiftisSosialin.

 

47 ára gamli venjarin hevur sett sær nøkur greið mál fyri framtíðina í HB. Tað kemur tó at taka sína tíð. Og tíð krevur tol.

 

- Eg kenni fortreytirnar, men nú mugu vit byggja upp av nýggjum. Tað krevur tíð og tol frá felagnum og viðhaldsfólkunum, sigur Jan Dam.

 

Les alla samrøðuna við nýggja HB venjaran í VikuskiftisSosialinum, sum júst er komin á gøturnar.