Familjupolitikkur skal tryggja valdið

Standandi við liðini av 21 valevnum legði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, í dag fram valskránna til løgtingsvalið.

Karmarnir fyri framløguna vóru stásiligu hølini Kongshøll í gomlu saltsiloini við Tinganesi í baksýninum. Bygningurin, ið millum manna umboðar tað valdið, ið flokkurin ynskir at vinna aftur 31. august.

Og skjótt gjørdist greitt á fundinum, at tað skal gerast við at seta fokus á viðurskiftini hjá barnafamiljum.

- Hevur familjan tað gott, hevur vinnan tað gott. Hevur vinnan tað gott, hevur familjan tað gott. Og alt Føroyar er ein stór familja, segði formaðurin, tá hann endaði framløguna.

Formaðurin í Fólkaflokkinum vildi í framløguni av valskránni vera við, at føroyska samfelagið við komandi løgtingsval stendur á einum vegamóti. Og ein atkvøða fyri Fólkaflokkinum er ein atkvøða fyri familjurnar.

Millum lyftini hesum viðvíkjandi var, at flokkurin ynskir at leingja um barsilsskipanina, so at hon verður eitt ár, men at tað almenna ikki skal blanda seg í hvussu foreldrini skipa barsilin.

Harumframt lovar flokkurin í valskránni, at peningurin til ansing fyri børnini skal fylgja barninum, og at barsilsskipanin skal tryggja møguleikan hjá foreldrum at arbeiða niðursetta tíð fyri fulla løn.