Løgreglan hevur sagt, at eftir øllum at døma stendur "Made in Norway" á stivlunum, og her er eisini ein rifla funnin í leivdunum.

Fann gamlar stivlar í moldini við mannabeini í

- Eg eri 99 prosent vísur í, at hetta er Arne Odd Torgersen, sum bleiv burtur í Mandal í Noregi sum 22 ára gamal í 1955.

 

 

 

Løgreglan hevur sagt, at eftir øllum at døma stendur "Made in Norway" á stivlunum, og her er eisini ein rifla funnin í leivdunum.

 

Hin 5. mai í ár fann ein maður í Mandal í Noregi, Kjell Norli, sum var í holt við at gera sær eplaveltuna klára, ein mannaskølt einar 15 sentimetrar niðri í moldini. - Eg gjørdist ræðslusligin og tankin sló meg, um hetta kundi vera Arne Odd Torgersen sum hvarv sporleyst í 1955.

Tá Kjell Norli hevði funnið mannaskøltin, setti hann seg í samband við løgregluna. Tey komu á staðið og stongdu økið av, og skølturin varð sendur til kanningar. Men, niðurstøðan hjá teimum, sum kannaðu skøltin var, at hesin var fleiri hundrað ára gamal.

Tað kundi tískil ikki vera Arne Odd Torgersen, sum Kjell Norli hevði funnið. Økið varð latið upp aftur, og norðmaðurin slapp at grava víðari í lendinum, og nú vóru tað nakrir vinir, sum hjálptu honum. Men, enn einaferð kom norðmaðurin fram og leivdir av líki í moldini.

Hesaferð var talan um tveir stivlar og lutir av einari riflu. Tað vísti seg nevniliga, at stivlarnir ikki vóru tómir; her vóru leivdir av mannabeini í. Kjell Norli setti seg fyrst í samband við fólk, sum høvdu skil fyri fornfrøðiligum grevstri, og her varð funnið út av, at leivdir av mannabeini vóru í báðum stivlunum.

Nú helt Kjell Norli, at tá talan var um stivlar av slíkum slag, kundi hetta ikki vera leivdir, sum vóru fleiri hundrað ára gamlar. So, hann setti seg enn einaferð í samband við løgregluna, og enn einaferð varð økið stongt av løgregluni, tá tey um kvøldið komu á staðið.

Løgreglan segði, at tað, hann nú hevði funnið, mátti farast væl og ítøkiliga um, og at talan kundi gerast um eitt kensluborið mál. Løgreglan hevur sagt við norskar miðlar, at eftir øllum at døma stendur "Made in Norway" á stivlunum, og í moldini eru eisini aðrir lutir funnir, eitt nú rifla, klokka, stálleinka, pennur og ein fløska. 

Leivdirnar eru sendar til Ríkissjúkrahúsið í Noregi, sum skal gera sínar kanningar, og roknað verður við, at tað fer at taka fleiri mánaðir, áðrenn greiða er fingin á málinum, sum mong av teimum tilkomnu og eldru í Mandal í Noregi bíða spent eftir.

Sjálvur er Kjell Norli rættiliga vísir í, at talan er um leivdir av Arne Odd Torgersen, sum hvarv í Mandal í Noregi sum 22 ára gamal í 1955. Rættiliga drúgv leiting var tá eftir unga manninum, bæði á landi og sjógvi, og málið fylti nógv, bæði í Mandal, í Noregi sum heild og eisini í altjóða miðlum.

##med2##

- Eg eri 99 prosent sikkur í, at hetta eru leivdir av Arne Odd Torgersen - serliga, tá tað er staðfest, at her eisini er ein rifla, tí ein rifta varð eisini eftirlýst í miðlunum í samband við hetta mál í 1955, sigur Kjell Norli.

Eygleiðarar vísa á, at um ástøðið hjá Kjell Norli er rætt, og tað fer at vísa seg, at leivdirnar eru av Arne Odd Torgersen, so verður væntað, at tað verður ein friður yvir Mandal um hetta mál, og tá kann ungi maðurin, sum hevur verið saknaður øll hesi ár, fáa eina veruliga grøv.

Tað var hin 18. januar í 1955, at 22 ára gamli, Arne Odd Torgersen, sporleyst hvarv, og øll árini síðan hevur hvørvingin verið ein stór og ósvarað gáta millum tey í Mandal, sum minnast hendingina. Nógv er gitt um, hvat kundi vera hent unga manninum, sum eingin visti um at siga.

Øll tey, sum eru komin upp í árini í Mandal, minnast hetta loyndarfulla mál. Arne Odd Torgersen búði saman við fosturpápa sínum á einum garði, og hann bleiv burtur dagin fyri, at hann skuldi møta í rættinum, tí hann var undir illgruna fyri at hava framt eitt innbrot.

Tá Arne Odd Torgersen ikki møtti upp í rættinum henda dagin, og einki sást til hann seinni heldur, endaði familjan hjá vinum hansara í ljóskastaranum. Tey vóru nevniliga undir illgruna fyri at hava eitt hvørt við hvørvingina at gera. Tískil vórðu fólk í familjuni handtikin og skuldsett í málinum.

Einar tveir dagar eftir, at Arne Odd Torgersen varð horvin, komu nýggir upplýsingar fram, og her vóru tað vitni, sum søgdu seg hava hoyrt bæði skríggj og skot. Ástøðið hjá løgregluni var, at ungi maðurin varð dripin og burturbeindur, kanska í einum vatni nærindis, men her varð uttan hepni leitað, bæði við bátum og kavarum.

Eftir nakrar mánaðir vóru tey handtiknu í málinum leyslatin, tí løgreglan megnaði ikki at prógva, at tey høvdu nakað um hvørvingina at gera. Í NRK var ein dokumentarsending í 1955, og her varð sagt, at fleiri ábendingar vóru um, at talan var um tilætlað dráp av hinum 22 ára gamla.

Og, nú er so spurningurin, um leivdirnar av Arne Odd Torgersen eru komnar undan kavi aftur. Kjell Norli er sannførdur um, at so er, men enn eru eingi prógv. Tíðin fer at vísa, um gátan um Arne Odd Torgersen, sum varð so nógv umrøddur í miðlunum í 1955 og árini eftir, nú kann verða  loyst.

Løgreglan hevur sagt, at eftir øllum at døma stendur "Made in Norway" á stivlunum, og her er eisini ein rifla funnin í leivdunum.

Kjell Norli, sum fann leivdirnar í moldini. Mynd: NRK