Fann russiskan fløskupost eftir 50 ár

Ein fløskupostur, ið varð sleptur á sjógv í 1969, kom herfyri undan kavi í Alaska

Ein maður úr Alaska fekk ein heldur sjáldsaman fong, tá hann herfyri var og leitaði eftir brenni vestan fyri heimbygdina Shishmaref í Alaska.

Tyler Ivanoff kom fram á ein fløskupost, og eftir tógvið stríð at fáa latið fløskupostin upp, gjørdist tað greitt, at fløskuposturin var yvir 50 ára gamal.

Fløskuposturin var á russiskum, og Tyler Ivanoff legði tí mynd av fløskupostinum á Facebook og spurdi, um nakar var førur fyri at umseta tekstin.

- Hjartaligar heilsanir! Frá móðirskipinum VRXF Sulak fyri russiska flotan í fjareystri. Eg heilsi tær, ið finnur fløskupostin ynski, at tú svarar til Vladivostok -43 VRXF Sulak til alla manningina. Vit ynskja tær góða heilsu og nógv góð ár í lívinum og góða sigling. 20 jun. 1969, stóð at lesa í fløskupostinum.

Russiskir miðlar fingu frænir av Facebook uppslagnum, og skjótt varð funnið fram til, at eigarin av fløskupostinum var nú 86 ára gamli Anatoly Botsanenko, skipari á Sulak.

Sambært BBC stóð Botsanenko fyri byggingini av Sulak, og var hann sjálvur skipari umborð til 1970.

Sambært BBC brast Botsanenko út í gleðistár, tá hann hoyrdi tíðindini, at onkur var komin fram á fløskupostin 50 ár aftaná, at hann varð sleptur á sjógv frá Sulak.