Veðurlagsbroytingar kunnu føra til, at slíkir lutir sum hesin ørvaroddurin, koma undan kavi. Mynd: Hordaland Fylkeskommuna.

Fann túsund ára gamlan ørvarodd

- Tað fyrsta, eg hugsaði, var, at hetta mundi vera okkurt, sum fólk høvdu brúkt, áðrenn byrsurnar komu, sigur maðurin, sum fann ein ørvarodd í fjøllunum.

Veðurlagsbroytingar kunnu føra til, at slíkir lutir sum hesin ørvaroddurin, koma undan kavi. Mynd: Hordaland Fylkeskommuna.

 

Herfyri fann ein árvakin gongumaður í Noregi av tilvild ein ørvarodd, sum sambært fornfrøðingum helst er eini túsund ára gamal, og enn einaferð er hetta ein lutur, sum kemur undan kavi, tí veðurlagið er vorðið heitari.

12 sentimetra langi oddurin er funnin 1400 metrar uppi í fjøllunum, nevniliga við Store Ishaug í Eidfjord við Hardanger, og tað var Hordaland fylkiskommuna, sum fyrst bar hesi tíðindi á sínari netsíðu.

Maðurin, sum fann ørvaroddin við eina kavafonn, var Ernst Hagen, ið hevur smáttu um hesar leiðir. - Eg gekk mær ein túr, tá eg so eitt hvørt úr metalli. Tað fyrsta, eg hugsaði, var, at hetta mundi vera okkurt, sum fólk høvdu brúkt, áðrenn byrsurnar komu.

Tað sigur hann við NRK.

Maðurin gjørdi av at taka ørvaroddin heim við sær og at lata Hordaland fylkiskommunu lutin. Sambært fornfrøðinginum hjá kommununi, Tore Slinning, er einki slíkt funnið í Hardanger áður.

- Hetta er ógvuliga sjaldsamt. At finna ein slíkan ørvarodd er sum at finna eina nál í einari sátu, sigur fornfrøðingurin við NRK. 

Maðurin, sum fann ørvaroddin, heldur, at onkur veiðimaður í sínari tíð kann hava mist ørvin - ella, at tað er eitt djór, sum hevur verið rakt av ørvinum, ið seinni er deytt í fjøllunum. Tískil kann ørvaroddurin vera komin at liggja um hesar leiðir.

 

 

Veðurlagsbroytingar kunnu føra til, at slíkir lutir sum hesin ørvaroddurin, koma undan kavi. Mynd: Hordaland Fylkeskommuna.