Fara aftur at telja grágæs

Nú nærkast árliga grágásateljingin

Komandi vikuskifti, 23.-24. november, skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum. Eins og við teljingini 24.-25. november 2018, er ætlanin at fáa talt samstundis í so stórum parti av landinum sum gjørligt.

Endamálið við teljingini í november er at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgar á í Føroyum. Við teljingini fer at bera til at síggja, hvussu stórur tann føroyski parturin av samlaða grágásastovninum er.

- Fyri at fáa so neyv tøl sum gjørligt, hava vit brúk fyri, at talt verður á so nógvum støðum sum møguligt samstundis. Tað vil siga, at tess fleiri, ið vilja hjalpa til við at telja, tess betri og meira eftirfarandi tøl fáa vit fyri føroyska grágásastovnin, skrivar Havstovan, sum skipar fyri, á heimasíðu síni.