Fara at ala laks í afturlatnari aliskipan

- Hetta er fyrsta royndin í heiminum, sum byggir á eina tílíka skipan, verður sagt í alivinnuni.

 

Eitt nýtt alifelag hevur nú almannakunngjørt sínar ætlanir um at framleiða millum 15.000 og 20.000 tons av laksi um árið í einari partvís afturlatnari aliskipan í Skotlandi. Ætlanin hjá felagnum er at framleiða fiskin - heilt frá smolti til stóran laks á alibrúkinum.

Kyst.no skrivar, at hetta er fyrsta royndin í heiminum, sum byggir á eina tílíka skipan. Felagið, sum arbeiðir við hesi verkætlan, kallast Lock Long Salmon (LLS).

Hugskotið aftan fyri afturlatnu aliskipanina er eisini, at millum 80 og 90 prosent av tí, sum fellur frá alibrúkinum, kann endurvinnast - antin sum tæðing ella í einari orkuframleiðslu.

##med2##

Loch Long Salmon er eitt sonevnt joint venture-felag, sum samstarvar við Trimara Services og Simply Blue Aquaculture (SBA). Ætlanin hjá LLS (Loch Long Salmon) er, at fyrstu smoltini skulu setast út í afturlatnu aliskipanina fyrsta fjórðingsári í 2023.

Meira um hesar forvitnisligu ætlanir kann lesast á - www.fishfarmingexpert.com