Fara at broyta miðstaðarøkið í Runavík

Fyrsta byggistig í eini dagføring av Heiðavegi í Runavík fer í gongd nú í september Ætlanin fevnir um ovaru síðu av Heiðavegi frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn til Bónus

Í juni 2018 samtykti Runavíkar Kommuna eina ætlan fyri eitt miðstaðarøki. Millum annað skal gerast ein nýggjari miðbýarkjarnu millum Heiðaveg og Gulasteinsveg, og ein dagføring og uppstiging av økinum framvið Heiðavegi, frá Høgabóli út til rundkoyringina, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Kommunan ynskir, at ætlanin skal betra um trivnað í miðstaðarøkinum, og at hon skal stuðla uppundir eina framhaldandi menning av økinum. Nýggja miðstaðarøkið skal vera eitt livandi og savnandi øki, sum tekur atlit til og stimbrar so nógvar av verandi dygdum sum gjørligt.

Í fyrstu atløgu er ætlanin at seta skjøtul á eina dagføring av Heiðavegi frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn á Høgaból.

Millum annað verður nýggj flísalegging á gongubreyt omanfyri og niðanfyri, smá plantaði øki verða gjørd framvið gongubreytini, benkur verða settir upp í samband við plantuøkini, nýggj ljós verða sett upp, og nýggjur búnaður verður settur upp, ruskíløt, steyrar og líknandi.

Samlaða ætlanin fyri Heiðaveg inniheldur eisini eina umskipan av økinum. Fyri hvørjar 150-200 metrar verða serlig øki gjørd, við flísalegging á vegbreytini, sum fer at varskógva bilførarar um, at koyrt verður inn í eitt serligt økið. Harafturat skal hetta álagda "býargólvið" verða við til at betra umstøðurnar hjá teimum gangandi við at binda saman báðar síður av Heiðavegi, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Ætlanin er at staðseta hesi serligu økini á Høgabóli, við Gulu Smiðju, við Býráðshúsið og við handilin hjá Pidda.