Hjúnini, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, keyptu ognirnar á Mølini í Skálavík fyri hálvum triðja ári síðan.

Fara at byggja 10 stór kømur í Skálavík

- Vit eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum vit nú hava fingið loyvi frá Skálavíkar kommunu at seta skjøtil á, sigur Birita Dalsgaard Olsen.

 

Hjúnini, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, keyptu ognirnar á Mølini í Skálavík fyri hálvum triðja ári síðan.

 

Tað er gott lag í Skálavík, nú Skálavíkar kommuna hevur givið hjúnunum, sum standa aftan fyri Café’ina á Mølini, Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen, byggiloyvi til 1. byggistig av einari spennandi verkætlan innan ferðavinnu.

Hóast stórt lendið er kring húsini á Mølini, hevur Skálavíkar kommuna eisini givið hjúnunum tilsøgn um keyp av umleið 500-600 fermetrum av lendi, ið liggur uppat grundstykkinum, sum húsini standa á.

In.fo hevur spurt Biritu Dalsgaard Olsen um, hvørjar ítøkiligu ætlaninar í fyrstu syfti eru á Mølini. Hon sigur, at ætlanin hjá henni og manninum er at byggja eina lon, sum verður leys av verandi húsum á Mølini, og her ætla tey at hava 10 kømur á umleið 22 fermetrar.

- Í hvørjum kamari verður dupultsong og sofa, sum kann leggjast út, og wc við bað verður í øllum kømrum. Eg vóni, at vit skjótt kunnu seta spakan í, men eg tori ikki at seta nakað tíðarskeið á, nær verkætlanin verður liðug.

- Vit hava sjálvsagt okkara ynski, men nú vit eru komin út í november, er ikki long tíð, til summarið stundar til aftur. Her er slætt rundan um húsini, og tí kunnu vit vóna, at útgrevstur og planering kunnu gerast eftir ikki alt ov langari tíð, leggur hon aftrat.

Hjúnini, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, keyptu ognirnar á Mølini í Skálavík fyri hálvum triðja ári síðan, og hetta er annað summarið, at Café’in á Mølini hevur havt opið alment.

Mamma Biritu er ættað av Mølini, og abbin var Viggo Dalsgaard.

- Vit brúktu fyrsta árið til at gera kafé’ina klára, og nú arbeiða vit við at dagføra sethúsini á Mølini, sigur hon og leggur aftrat, at bæði hon og maðurin eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum tey nú hava fingið loyvi frá Skálavíkar kommunu at seta skjøtil á.

Á Facebook-síðuni hjá Café’ini á Mølini í Skálavík sæst, hvussu opið verður um vikuskiftini á kafé’ini restina av hesum árinum.

Hjúnini, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, keyptu ognirnar á Mølini í Skálavík fyri hálvum triðja ári síðan.