Fara at gera bindikonutúr til Íslands

Ein nýggjur túrur í konseptinum hjá Smyril Line og Norrønu er ein forvitnisligur bindikonutúrur til Íslands í mai.

 

 

Hetta verður fyrstu ferð, at Norrøna ger ein bindikonutúr, og ikki so løgið er hugskotið sprottið úr Fuglafirði, har tey seinnu árini hava skipað fyri bindifestivali, sum hevur havt velduga stóra undirtøku.

Bindikonutúrurin verður í døgunum, 4.-7. mai. Farið verður úr Føroyum mánadag og komið verður til Íslands týsmorgun. Síðan liggur Norrøna á Seyðisfirði til umleið klokkan 20 mikukvøld og er heima aftur í Føroyum hósdag.

Á bindikonutúrinum verða eitt nú fyrilestrar, verkstovur, mótasýning og onkur bindikapping umborð. Við á ferðini og heim aftur verður eisini kenda danska bindikonan, Christel Seyfarth, sum fer at hava fyrilestrar, workshops og mótasýning.

Elspa Petersen fer at tosa um Marjunarbinding, limir úr Fuglafjarðar Heimavirkisfelag fara at vísa fram tógvgrafitti (streetbinding), og umboð fyri Hvalbiar skúla fara at greiða frá um Bindiklubbabøkurnar, sum eldru næmingarnir á skúlanum geva út saman við lærarum.

Meðan Norrøna liggur í Íslandi í hálvt annað samdøgur, verður eisini vitjað á støðum, sum eru viðkomandi fyri bindiyrkið, eitt nú á Seyðisfirði og í grannabygdum.

Ísland er altíð áhugavert og forvitnisligt og beint uttan fyri Egilstaðir, sum liggur einari 20 minuttir burtur, hava tey fingið spildurnýtt náttúrubað, Vök Baths, sum tað verður rópt.

##med2##

Hóast lítið higartil er kunnað um bindikonutúrin, vita tey á Smyril Line at siga, at fyrsti bussurin longu er fyltur við 50 fólkum, og tað eru tey væl nøgd við.

Nógv verður arbeitt við ull og tógvi á Eysturlandinum, og her verður nógv bundið. Tí er einki at ivast í, at bindikonutúrurin til Íslands kann gerast áhugaverdur fyri tey, sum hava áhuga fyri binding og felagsskapi í hesum sambandi.