Fara at gera nýtt bryggjarí í Havn

Tað verður ikki øl fyri snobbar, sum tey fara at bryggja, siga tey

Petur Øl verður stjóri í nýggja bryggjarínum

Petur Øl verður stjóri í nýggja bryggjarínum

Nú sær eitt nýtt bryggjarí dagsins ljós í Havn. Tað verður í hølunum, har gamli Timburhandilin var og tað eru eini 60 fólk, sum standa fyri ætlanini, siga tey í dag.

Tað verður eitt lítið bryggjarí, sum kann bryggja alskyns øl, Pilsnar, Klassik, IPA, PA, Sour, og annað, men tær stóru nøgdirnar verða tó pilsnarøl. Tað verður onki snobbarí, men tey fara at leggja seg eftir at gera dygdarøl, og møguliga eisini cider, siga tey.

Ætlanin er at fara undir at bryggja í summar og tað verður Petur Petersen, betri kendur undir navninum, Petur Øl, sum verður stjóri og afturat sær fær hann seks átta onnur starvsfólk.

Í bryggjarínum verður eisini ein handil, har tað fer at bera til at keypa øl, og tað verður eisini ein barr á staðnum, har man kann smakka vøruna, áðrenn man keypir.

Enn hevur bryggjaríið einki navn, men í næstum verður ein navnakapping, har vinnarin fær ein vinning, eftir at bryggjaríið er latið upp.

Eigararnir í felagnum gleða seg sera nógv at bjóða føroyingum nýggjar og spennandi øl. Eisini er ætlanin at senda nakrar øl av landinum. Hetta verður kanska tann mest spennandi parturin av verkætlanini, siga eigararnir.

Nevndin er mannað við vælkendum monnum úr føroyska handilslívinum og gistingarhúsvinnuni. Í nevndini eru nevniliga Jens Meinhard Rasmussen, Jóhannes Jensen, Høgni Hansen, Óli Restorff Hansen og Rúni Djurhuus.

Petur Øl verður stjóri í nýggja bryggjarínum