Fara at kanna nýføðingar fyri fleiri arvaligar sjúkur

Ábendingar eru um, at hvørt ár verða 1-2 børn fødd við CTD í Føroyum, uttan at tað verður uppdagað

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

Nú fara tey á Landssjúkrahúsinum at kanna allar nýføðingar fyri fleiri arvaligar sjúkur, ið lutfalsliga nógv er til av í Føroyum.

Landssjúkrahúsið sigur á heimasíðuni, at Endamálið er at finna sjúkur so skjótt sum til ber, so børnini kunnu setast í viðgerð.

Hetta er ein partur av eini nýggjari verkætlan, sum Katrin Eivindardóttir Danielsen, Phd, stendur fyri saman við ljósmøðratænastuni á Landssjúkrahúsinum

Í Føroyum er ymsar arvaligar sjúkur nógv vanligari enn tær eru aðrastaðni, og orsøkin er at føroyingar eru nær skyldir.

Talan er um sjúkur sum CTD, HLCS brek, cystisk fibrosa, og GSDIIIa, men hetta eru sjúkur, ið kunnu viðgerast. Og Landssjúkrahúsið sigur, at verða ílegurnar kannaðar, kunnu sjúkur staðfestast beinanvegin

Endamálið við hesi verkætlanini er at fáa samtykki frá foreldrunum til at kanna allar nýføðingar hesi næstu trý árini fyri CTD, HLCS brek, cystiska fibrosu og GSDIIIa.

Í Føroyum verður kannað fyri CTD, HLCS brek og cystiska fibrosu á sonevndu PKU kortunum, ið verða tikin av nýføðingum 48-72 tímar eftir føðing.

Tó vísir tað seg, at verandi kanningarháttur, ikki altíð er heilt eftirfarandi.

Til dømis verður karnitin, ið kanningin fyri CTD er grundað á, flutt frá mammuni til fostrið í móðurlívið, og ávirkar mongdina av karnitini, ið kann mátast í blóðinum á nýføðinginum tær fyrstu vikurnar.

Tískil er kanningin fyri CTD ikki eftirfarandi fyrstu tíðina eftir føðing. Fyri at fáa úrslitið meiri eftirfarandi, verða foreldur tískil biðin um at kanna børnini fyri CTD, tá ið fýra vikur eru farnar.

Men tað vísir seg, at undirtøkan fyri hesum tilboðnum hevur ikki verið serliga stór, og tað er bara helvtin av børnunum verða kannað aftur, sigur Landssjúkrahúsið.

Ábendingar eru um, at hvørt ár verða 1-2 børn við CTD uttan at tað verður uppdagað, soleiðs sum støðan nú er.

Landssjúkrahúsið sigur eisini, at børn við GSDIIIa fáa oftast sjúkueyðkenni tá ið tey eru ársgomul og fáa tey ikki skjóta viðgerð, ið er ein serlig kostætlan, kunnu tey verða álvarsliga sjúk.

Men kortini verður ikki kannað fyri GSDIIIa í Føroyum og hetta er beinleiðis í stríð við tilmælini hjá WHO, sum er heilsustovnurin hjá ST um at kanna pinkubørn.

Mynd: Landssjúkrahúsið