Fara at leggja eina íløguætlan fyri alt landið

SAMFERÐSLA Jørgen Niclasen sigur, at málið er at sleppa undan bummgjøldum - men spurningurin er um tað fer at eydnast

 

 

Málið er at sleppa undan bummgjøldin, men um tað fer at eydnast, veit Jørgen Niclasen ikki

Málið er at sleppa undan bummgjøldin, men um tað fer at eydnast, veit Jørgen Niclasen ikki

Landsstýrið fer nú at leggja eina íløguætlan fyri føroyska samfelagið hesi næstu árini, har eisini íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervið og ferjur, verða lagdar ein fastan karm.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann vísir kortini á, at í løtunu eru stórar verkætlanir í gerð, so fíggjarliga rásarrúmið er avmarkað.

– Men tá ið Glasir, og nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, eru liðugir, verður rásarrúmið væl størri og tá er spurningur, hvussu nógvum, stórum bygningum, tað verður brúk fyri afturat hesi næstu árini.

Samstundis rindar Landskassin eina ávísa upphædd um árið til undirsjóvartunlarnar, sum eru í gerð, og tá ið tað gjaldið er liðugt, gevur tað eisini eitt rásarrúm at fara víðari við.

– Hvat ferðasambandinum til Suðuroyar viðvíkur, er ein møguleiki at gera en nýggjan Smyril fyri eina milliard og sum kostar 100 milliónir um árið í rakstri.

– Hin møguleikin er at gera undirsjóvartunni, og eftir mínum tykki, er tað bara spurningurin um pengarnir skulu brúkast upp ein nýggjan Smyril ella ein undirsjóvartunnil ístaðin, sigur landsstýrismaðurin.

Annars eru tunlarnir norður um Fjall teir næstu av teimum stóru tunlunum, sum skulu gerast, og farið verður undir teir so skjótt Hvalbiartunilin er liðugur.

Gongst sum ætlað, verður liðugt at bora Hvalbiartunnilin næsta summar og tunnilin verður heilt liðugur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2021.

Men Jørgen Niclasen sigur, at samgongan kannar møguleikan fyri at framskunda verkætlanina norður um Fjall og hvussu hon kann fíggjast, men at enn er eingin avgerð tikin.

 

Óvist hvussu verður við bummgjøldum

Jørgen Niclasen sigur, at higartil er øll orkan hjá nývaldu samgonguni brúkt til at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár, og tí dugir hann ikki at siga, nær íløguætlanin verður liðug.

Hann er heldur ikki púra avgjørdur í spurningunum um bummgjøld.

Sjálvur heldur hann ikki, at samferðsluútbyggingin skal fíggjast við bummgjøldum, men eingin endalig støða er tikin, tí eisini tann spurningurin verður ein partur av íløguætlanini, sum verður løgd

– Tað er ikki samhaldsfast at samferðslukervið sum heild við bummgjøldum, tí tað merkir, at summi sleppa undan at rinda fyri útbyggingar, men at tey, sum av tilvild búgva soleiðis fyri, at tey koyra ígjøgnum har, bummgjøld verða kravd, koma at rinda meiri.

Kortini heldur hann, at tað kann forsvarast, at tey, sum brúka Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, rinda bummgjald til tann tunnilin.

Sostatt dugir Jørgen Niclasen ikki at siga, hvussu verður við bummgjøldum í framtíðuni, men málið er heilt greitt at sleppa undan teimum.

– Í lógini um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnulin, stendur púra greitt, at tá ið teir eru goldnir, skal tað vera ókeypis at koyra.

Hann sigur, at hinvegin er ósemja um hesa orðingina í lógunum um Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Men í undirsjóvartunlinum, sum nú eru í gerð, er eingin ivi.

 – So má tíðin vísa, hvat úrslitið verður, tá ið samgongan er liðug við ætlanina, sigur landsstýrismaðurin.

Annars fær landskassin stórar inntøkur í vegskatti, skrásetingargjaldi, og mvg av bilum, umframt av avgjaldi upp á bensin og diesel. Og røddir hava verið frammi um, at marka tær inntøkurnar til samferðslukervið.

– Tað er púra logiskt, men trupulleikin er, at teir pengarnir eru brúktir. Og verða teir pengarnir markaðir til samferðslukervið, fara teir at mangla í onkra aðrastaðni, sigur landsstýrismaðurin.

 

 

 

 

 

Málið er at sleppa undan bummgjøldin, men um tað fer at eydnast, veit Jørgen Niclasen ikki