Fara at seta krøv til larm frá skipum

Helgi Abrahamsen fer nú at seta sjøtul á arbeiði at tálma larminum frá skipum í havnum og á firðum í Føroyum

helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at seta tiltøk í verk so at fólk fáa náttarfrið

helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at seta tiltøk í verk so at fólk fáa náttarfrið

Helgi Abramansen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, ætlar sær nú at seta sjøtul á arbeiði við tí endamáli at minka um larm frá skipum, sum liggja í havnum, og á firðum kring landið.

Tað boðar hann frá eftir at Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við trupulleikan, har fólk ikki fáa náttarfrið fyri larm frá skipum.

Helgi Abrhamsen sigur at í næstu viku fer hann at halda fund við felagið Heimafrið, sum virkar fyri at treytir verða settar til larm frá skipum.

Og landsstýrismaðurin sigur, at í næstum ætlar hann eisini at kalla kommunurnar saman til fundar at viðgera málið.

Hann sigur, at ætlanin at seta tiltøk í verk fyri tálma ljóðdálkingina frá skipum, og tað ætlar hann sær at gera í samráð við kommunurnar.

Hann sigur, at ein partur av hesum verður at fáa eina skipan so at skip kunnu fáa streym úr landi.

Men beint nú er tað neyðugt at seta sjøtul á eina tilgongd, ið, sum frálíður, kann tryggja, at ljóðdálkingin verður tálmað.

– Spurningurin um landsstreym fer eisini at verða viðgjørdur, men tað er neyðugt at fyrireika lógarverkið sum kann tryggja, at vit fáa teir røttu karmarnar fyri landsstreym, sigur Helgi Abrahamsen. 

helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at seta tiltøk í verk so at fólk fáa náttarfrið