Fara at syngja úti í Fuglafirði

Verður veðrið ikki til vildar, verður farið innum – í frástøðu og avmarkaðum tali á áhoyrarum

Hósdagin, tað er Kristi himmalsferðardag, hevur Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.

Eins og við øllum øðrum slíkum virksemi, hava venjingarnar hjá  Siloakórinum eisini verið av ongum, meðan korona-sóttin hevur herjað. Men síðani myndugleikarnir loyvdu, at 50 fólk kundu savnast, hevur kórið havt nakrar fáar venjingar. Tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar.

Kórið fer at syngja í ein tíma, ella so saman við einum lítlum orkestri og solistum. Ætlanin var at syngja til páskastevnuna á Kambsdali, men tað varð avlýst, so ivaleyst verður onkur páskasálmur eisini at hoyra, siga tey í tíðindaskrivi í kvøld

Veðrið hevur alt at siga, um slíkt tiltak skal eydnast til fulnar, og verður tað ikki til vildar, verður farið innum – og sjálvandi verða tilmælini frá myndugleikunum hildin. Konsertin er  klokkan fimm seinnapartin Kristi himmalsferðardag.