Fara kring landið at hava jólakonsertir

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at hava hugnaligar og nærverandi jólakonsertir

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at seta dám á jólatíðina kring landið. Frá síðst í november og fram móti jólum fara tey at hava seks jólakonsertir kring landið.

 

Tey kallað konsertrøðina »Ársins jólakonsert«, og tey fara at spæla kendar føroyskar og útlendskar jólasangir. 

 

Konsertirnar fylgja koronutilmælum og hava avmarkað áhoyraratal. Lagt verður upp til nærverandi og hugnaligar konsertir við trimum framúr sangarum.

 

Konsertirnar við Kim Hansen, Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen vera á Spinnarínum í Klaksvík tann 28. november, í Silo í Havn tann 5. og 12. desember, á Bryggjuni í Vestmanna tann 13. desember, í Løkshøll í Runavík tann 18. desember og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 19. desember. 

 

Atgongumerki eru sett til sølu á heimasíðuni atgongumerki.fo.

 

##med2##

Kim Hansen - Maria