Fara nú at finna Ársins leiðara 2020

Seinasta freist at senda inn tilnevning til Ársins leiðarar er í dag

Í dag er seinasta freist at send inn tilnevningar til hvørji skulu gerast Ársins leiðarar. Ein innan tað privata og ein innan tað almenna.

Sum undanfarin ár kunnu øll tilnevna Ársins Leiðarar.

– Vit hava fingið nógvar tilnevningar við góðum grundgevingum at handa dómsnevndini, men vilja fegin hava tær seinastu við eisini. Hvør veit, kanska eru Ársins leiðarar júst millum seinastu tilnevningarnar, siga fyrireikararnir í felagnum Synergi.

Tey halda, at tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur.

– Kanska eigur tín leiðari at gerast Ársins leiðari 2020 ella kanska kennir tú onkran leiðara, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin? Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara, uttan at viðkomandi varð valdur? Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send okkum tilnevning í seinasta lagi í dag.

Tú kanst senda tilnevning til Ársins Leiðarar 2020 bæði innan tað privata og almenna. Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann.

Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar, ein innan tað almenna og ein innan tað privata.

Seinasta ár gjørdust Árni Ellefsen frá Bank Nordik og Hedvig Jóhansdóttir frá Dugna, Ársins leiðarar.

Tú kanst tilnevna frá leinkjuni HER! Les alt um Leiðaradagin HER!