Fara nú at fyrireika ein kollveltandi tunnil undir Havnini

Men enn er ikki greitt nær tað verður sett í verk

Nú verður farið undir fyrireikingarnar til at gera parkeringstunnilin undir Havnini. Tað er nakað síðani, at Annika Olsen, borgarstjóri, legði eina ætlan fram um at gera parkeringspláss í einum longum tunli undir Havnini.

Tað verður ofta ført fram, at parkeringsviðurskiftini eru ein tann allarstørstu trupulleikin í Havnini og Annika Olsen heldur, at trupulleikin verður best loystur við at fara kollveltandi til verka og at gera ein parkeringstunnil undir miðbýnum í Havnini.

Hon sigur, at tað ber ikki til at útvega fleiri parkeringspláss í miðbýnum í Havn, uttan at tak til onkrar óvanligar loysnir.

Parkeringshús eru dýr, og tey krevja eisini rættiliga nógv pláss og tað kostar einar 145.000 krónur fyri hvørt parkeringspláss.

Tí skjýtur Annika Olsen upp at gera ein parkeringstunnil í einum stórum boga frá  Havnargøtu á eystaruvág, yvir Skálatrøð. Parkeringspláss verða so báðu megin í tunlinum, eins og fleiri til og frákoyringar verða

 

##med2##

 

Metingarnar vísa, at hvørt parkeringspláss í einum tunli kostar einar 183.000 krónur, og sostatt kostar tað slakar 38.000 krónur meiri fyri hvørt parkeringspláss enn tað kostar í einum parkeringshúsi.

Ein eykavinningur er so harafturat, at tað slepst undan at taka fleiri grøn øki í miðbýnum til parkeringspláss.

Síðani hugskotið varð sett fram fyrst í apríl, hevur umsitingin í býráðnum arbeitt víðari við tí.

Og Annika Olsen sigur, at nú um dagarnar hevur Tekniska nevnd hjá samtykt at arbeiða víðari við ætlanini, og í gjár samtykti Fíggjarnevndin hjá býráðnum harafturat at játta 500.000 krónur til at fara undir tær fyrstu kanningarnar, og at gera eitt skitsuprojekt.

Sostatt er málið nú at kalla klárt at leggja fyri býráðið, og tað verður í næstum, og tá fer býráðið at samtykkja at seta sjøtul á ætlanina.

Borgarstjórin sigur, at endamálið við kanningunum, sum ein uttanhýsis-rágevari skal gera, er at fáa greiði á, hvussu jarðfrøðin er á leiðini, har ætlanin er at leggja tunnilin. Kanningar verða sostatt eisini avgerandi fyri, akkurat, hvussu linjuføringin verður.

Endamálið við kanningunum er eisini at fáa greiði á, hvussu ein slíkur tunnil skal skipast, og hvussu til- og frákoyringar skulu vera.

Annika Olsen sigur, at talan skal vera um ein parkeringstunnil til 1000 bilar, annars loysir tað seg ikki at fara undir tað.

Kostar hvørt parkeringspláss 183.000 krónur, fer øll verkætlanin sostatt at kosta 183 milliónir krónur.

Annika Olsen sigur, at enn er óvist, nær farast kann undir ætlanina, men at arbeitt verður so skjótt sum gjørligt.

Soleiðis hugsar birgarstjórin sær, at parkeringstunnilin skal ganga í einum stórum boga undir Havnini