Fara nú at kanna um øll sleppa við

Eitt listafólk varð vrakað, men málið verður nú viðgjørt av nýggjum

 

 

Spurningurin um, hvør skal prýða nýggja skúlan á Fløtum við list, skal nú viðgerast umaftur. Tað er greitt eftir at stór ónøgd hevur tikið seg upp um mannagongdina.

Upprunaliga varð lýst til kapping um at prýða Skúlan á Fløtum við list og í august í 2018 vóru trý listafólk vald burtur úr at listprýða skúlan, nevniliga Edward Fuglø, Jón Sonni Jensen og Edwardi Fuglø.

Men meiri enn eitt ár seinni í oktober í fjør, fekk ta eina av listafólkunum, Hansina Iversen boð um, at hon skuldi ikki vera við kortini og fyri tað fekk hon 100.000 krónur í eindurgjaldi.

Málið kom undan kavi í Sosialinum her fyri tá harmaðist listakvinnan um støðuna, tí hon hevði sagt annað arbeiðið frá sær fyri at fáa stundir til at listprýða skúlan á Fløtum.

Tað er ein listabólkur undir Tórshavnar Býráð, sum hevur arbeitt við málinum og Jákup Simonsen, formaður í bólkinum, segði við Sosialin, at tann einfalda orsøkin var, at játtanin upp á 2,5 milliónir, rakk ikki til, umframt at 500.000 harafturat vórðu skarvaðir av henni. Og tað var orøkin til, at Hansina Iversen varð skeklað úr ætlanini.

Men nú er aftur vón fyri, at hon verður við kortini, tí síðani hevur Javnaðarflokkurin í býráðnum í Havn, kravt, at málið verður lagt fyri býráðið aftur.

Helena Dam á Neystabø, sum hevur verið talskvinna fyri Javnaðarflokkin í hesum máli, heldur rætt og slætt ikki, at tað sømir seg ikki fyri Tórshavnar Býráðið at fara soleiðis við einum listafólki.

Tí vil Javnaðarflokkurin hava býráðið at játtað pengarnar, sum mangla í, so at arbeoðið at listprýða skúlan kann halda fram sum ætlað við trimum listafólkum. Tey vísa á, at Hansina Iversen hevur longu fingið 100.000 í endurgjaldi, so tað er neyvan tann stóra upphæddin, sum krevst afturat.

Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini sigur, at eitt endamál við listabólkinum var, at hann skuldi hava endaligu avgerðina og at politikarar nettupp ikki skuldu leggja seg út í arbeiðið.

Tá ið málið var til umrøðu hóskvøldið, var mannagongdin so tvørlig, at býráðið skuldi fyrst atkvøða um uppskotið yvirhøvur kundi koma til atkvøðugreiðslu – og tað samtykti býráðið.

Síðani mælti Gunvør Balle til at beina málið aftur í mentamálanevndina við tí endamáli at lýsa málið fyri at vita, hvat krevst av fígging fyri at halda upprunaligu ætlanina um at øll trý listafólkini skulu vera við at listprýða skúlan. Og varð samtykt í býráðnum og sostatt verður málið nú tikið upp til nýggja viðgerð.